Føroyska fótbóltslandsliðið skal nýggja landstroyggju. Avtalan við Adidas gongur út í næstum og Fótbóltssambandið hevur sent fólk til Italia at sniðgeva nýggju troyggjuna, sum verður av merkinum Macron.
Fótbóltssambandið tók seinast av einum tilboðið frá Adidas, sum er ein standard pakki, sum fleiri onnur lond tóku av. Tí hevur millum annað verið ilt at skilja millum Føroyar, San Marino og Kýpros. Í so máta hevur hendan landsliðstroyggjan verið tann minst sermerkta, og gjarna eisini tann ljótasta í mun til sína tíð.
Fótbóltssambandið hevur nú send tveir mans til Italia, at fáa seinasta partin av sniðgevningini upp á pláss. Talan er um italska merki, Macron. Tað er frá 1971 og hevur gjørt ítróttarklæðir til baseball, kurvabólt, flogbólt, fótbólt og í seinastuni er Macron eisin farið at gera renniklæðir.
Macron hevur í dag fleiri fótbóltsfeløg, men tað byrjaði alt í 2001 við italska felagnum Bologna FC, sum er úr heimbýnum hjá Macron.