Á middegi var lutakast í Dublin í Írlandi. Luturin fall soleiðis, at Føroyar eru í bólki við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Tað vil siga, at landsliðið í 2019 skal spæla tíggju EM undankappingardystir.
Í gomlum døgum var tað soleiðis, at umboð fyri londini hittust og tingaðu seg fram til, hvussu skráin skuldi vera. Soleiðis er tað ikki longur.
-UEFA leggur skránna. Tað er langt síðani greitt, nær dystirnir vera spældir. Nú arbeiða teir við at leggja einstøku dystirnar, sigur FSF aðalskrivarin Virgar Hvidbro, sum er á veg til hús aftur, eftir at hann saman við øðrum umboðum fyri FSF var hjástaddur, tá ið lutakastið var í Dublin ídag.
Fimm terminir eru lagdar við tveimum umførum í hvørjari. Fyrsta umfarið verður í mars, tað næsta verður í juni, tað triðja í september, tað næstsíðsta í oktober og so verður rundað av við tveimum dystum í november.
-Sum sagt er tað UEFA, sum leggur skránna. Um tað verður, sum vit vóna, so fara vit at spæla báðar dystirnar í mars á útivølli og báðar dystirnar í november á útivølli. Heimadystirnir vera so í juni, september og oktober. Hjá okkum hevði tað passað væl, um heimadystirnir vóru í juni og september, sigur Virgar Hvidbro aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Dystardagarnir eru hesir:
1) 21. - 23. mars
2) 24. - 26. mars
3) 7. - 8. juni
4) 10. - 11. juni
5) 5. - 7. september
6) 8. - 10. september
7) 10. - 12. oktober
8) 13. - 15. oktober
9) 14. - 16. november
10) 17. - 19. november