Landsliðið opnar allar dyr

- Eg vil avgjørt ikki siga, at landsliðið er einasta vøran, sum vit kunnu selja, men tað gevur okkum ein fantastiskan møguleika at selja alt hitt, sum vit eisini hava í Føroyum, sigur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

Dublin, Írland: Seinastu undankapping byrjaði Ferðaráðið sum nakað heilt nýtt at nýta fótbóltslandsliðið beinleiðis í teirra marknaðarføring av Føroyum. Í Týsklandi, Íslandi og í Skotlandi varð skipað fyri fleiri tiltøkum, tá Føroyar leiktu sínar dystir, og aftur hesa ferð er ferðavinnan við. Eitt nú við tiltakinum við Eivør Pálsdóttir týskvøldið.
Samskipari av hesum er Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, og
- Tað komst sum so av, at vit komu í bólki við Týsklandi seinast. Bæði Bjarni Djurholm og Magni Arge róðu alment fram undir, at hetta var ein møguleiki, sum Ferðavinnan mátti taka av, og tað líka sum varpaði nýtt ljós á hendan møguleikan.
Sjálv var Sissal tá í ferð við at leita sær eitt annað starv, men tá møguleikin at marknaðarføra Føroyar saman við fótbóltslandsliðnum stóð henni í boði, gjørdi hon alt fyri eitt av at taka av.
- Hetta er jú ein heilt annar háttur at arbeiða uppá, men tað er eitt ræðuliga spennandi arbeiði.

Ymiskir hættir
Tað er ikki beinleiðis sum ferðamannaland, at Føroyar verða marknaðarførdar á hesum ferðum, og í øllum førum er tað ikki soleiðis, at Sissal stendur og selir ferðaseðlar til fremmandafólk. Týdningarmesta uppgávan í so máta er at vísa, hvørji virðir tað eru, sum kunnu draga ferðafólk hendavegin.
- Tekur tú til dømis ferðina til Íslands, so er jú einki at ivast í, at íslendingar longu vita, hvar Føroyar eru. Har var málið so at geva íslendingum eina aðra fatan ? ella eina nýggja fatan av Føroyum. Hetta varð so gjørt við at leggja dent á listarligu virðini í Føroyum. Vit høvdu jú Eivør, og so skipaðu vit eisini fyri listaframsýning, og eg haldi, at hetta var nakað, sum riggaði stak væl.
- Hinvegin var ferðin í Týsklandi meira roknað til at seta fokus á Føroyar. Tí fingu vit eisini hugskoti um, at lata Rúna Brattaberg syngja tjóðsangin har niðri. Hetta líka sum undirstrikar, at vit tora at bjóða okkum fram. Týskarar hugsaðu longu undan hesum um, hvat hetta var fyri eitt land, sum torir at taka dystin upp við tey stóru á vøllinum, og við at hava okkara egna operasangara til at syngja tjóðsangin undirstrikaði tað líka sum, at vit veruliga tora at traðka fram. Tað vísti seg eisini, at bæði Rúni og vit fingu hópin av nyttu úr hesum, og so hava vit tann táttin síðani ta ferðina eisini, sigur Sissal.
Í so máta heldur hon, at tað fyri ferðavinnuna kanska var eitt sindur óheppið, at vit spældu á heimavølli móti Fraklandi fyrst. Hetta tí fokusið ofta kann gerast størri, um tú kemur út til hini londini, heldur enn at tey koma til okkara.

Sterkasti miðilin
Spurd, hvussu sterk søluvøra landsliðið er, sigur Sissal, at tað er eitt virði, sum als ikki kann gerast upp.
- Men tað er púra greitt, at hetta gevur okkum ein møguleika, sum vit ongantíð hava møguleika at fáa í aðrar mátar. Her í Írlandi vóru vit til dømis í eini sera væl umtóktari útvarpssending, sum svarar til Góðan morgun Føroyar. Sjálv helt eg ikki, at vit fingu sagt nóg mikið, men responsurin var sera góður, og tveir írskir tíðindamenn vóru eisini í stovuni, og teir seldu snøgt sagt vøruna betri enn eg, tí teir vóru so hugtiknir av Føroyum.
- Hvussu nógv ferðafólk vit fáa úr Írlandi, dugi eg tó ikki at siga. Tað er rættiliga dýrt sammett við lønarlagið hjá teimum at koma til Føroya, men fáa vit vakt áhugan, so kann jú vera, at nøkur fara at koma. Ikki minst, tá landsliðið skal spæla her.
Endamálið hjá Ferðaráðnum er sjálvsagt støðugt at vaksa um talið av ferðafólkum, sum koma til Føroyar, og tá vit at enda spyrja Sissal, hvussu stóran lut fótbóltslandsliðið hevur í hesum, er hon ikki í iva.
- Landsliðið er so nógv tann sterkasti miðilin, sum vit hava. Eg vil ikki siga, at landsliðið er einasta vøran, tí vit hava so nógv annað, sum vit kunnu bjóða ferðafólkum. Men tað rakar so ræðuliga nógv breiðari, tá landsliðið dystast. Og ikki minst er tað at kalla bara positiv umrøða, sum tað skapar. Fyrst spurdu fólk kanska, hvar hetta liðið kom frá. Men eftir at úrslitini eru støðugt betrað, tykist spurningurin nú vera, hvat hesir menninir eru gjørdir av. Teir koma úr einum samfelagið við 45.000 fólkum, og so fara teir bara uttan nakað hóvasták í dyst við europeisk stórveldi. Tað er nakað, sum skapar umrøðu, og tað er hendan umrøða, sum vit royna at nýta, soleiðis at vit samstundis fáa sagt øllum Europa frá, hvussu nógv annað enn bara fótbólt vit hava í Føroyum, sigur altso Sissal Kjartansdóttir Kristiansen at enda.