Landsliðið komið til Georgia

Ferðin gekk úr Føroyum seinnapartin sunnudagin til Kastrup. Hiðani varð flogið til Tbilisi í Georgia umvegis Wien í Eysturríki.

Ferðalagið kom til Georgia 13 tímar eftir, at teir fóru úr Vágum. Nú eru menn farnir í koyggjurnar á hotellinum, fyri síðani at hava eina lætta venjing seinnapartin.