Landsliðið heldur fram í Puma

Samstundis sum nýggi høvuðsvenjarin varð staðfestur, kundi Fótbóltssambandið boða frá, at avtalan við klædnasponsorin hjá landsliðunum eisini er longd.
Eins og tað hevur verið galdandi seinnu árini, so verður tað eisini Puma, sum komandi árini fer at klæða landsliðini hjá FSF.
Thomas Dam Ítróttur, sum er høvuðsumboð hjá Puma í Føroyum, og FSF hava undirskrivað nýggja fýra-ára avtalu hesum viðvíkjandi.