Landsliðið í Frankfurt

Føroyska landsliðið er komið vegin fram til Frankfurt í Týsklandi, har liðið skal spæla venjingarlandsdyst móti Kosovo fríggjadagin.

 

Fyri teir flestu byrjaði ferðin tíðliga í morgun. Spælararnir úr føroysku kappingini møttust vestri á flogvøllinum klokkan átta og fóru til Kastrup við flúgvarinum klokkan níggju.

 

Onkur kundi verið fyrigivin fyri at blíva kløkkur, tá Fróði Benjaminsen sat millum spælararnar. Hann er givin á landsliðnum, og skuldi bara niður í útbúgvingarørindum.

 

Í Kastrup komu so allar útisetarnir við í ferðalagið, sum fleyg víðari til Frankfurt á middegi. Ferðalagið kom fram til Fleming’s gistingarhúsið um 18 tíðina, har spælararnir so fingu ein tíma at gera seg til reiðar til venjing.

 

Í dag var vant á einum venjingarstøð heilt stutt frá gistingarhúsinum. Í morgin fyrrapartin verður venjing á leikvøllinum, har dysturin verður spældur. Dysturin verður stroymaður og útvarpaður á Rás2.