Landsliðið fer nú til Liktinstein

Landsliðsspælararnir fáa so nógv at gera seinnapartin av apríl, sum kanska ongantíð áður

Føroyska fótbóltslandsliðið fer at spæla altjóða skrásettan landsdyst í Liktinstein mikudagin 26. apríl. Í síðstu viku varð avtala gjørd millum FSF og fótbóltssambandið í Liktinstein um hetta. Hin parturin av avtaluni er, at Liktinstein í 2002 skal koma til Føroya at spæla landsdyst.

Vit hava áður nevnt í blaðnum, at tað hava verið samráðingar um vinardystir móti Liktinstein, men tá bendi alt á, at einki fór at spyrjast burturúr hesum.

? Tað var Liktinstein, sum spurdi seg fyri hjá okkum. Ætlanin var, at teir skuldu koma henda vegin seinni í ár ella eina ferð komandi ár, men tað bar ikki til at finna ein dag, sum passaði hjá bæði okkum og teimum. Tí er avrátt, at teir koma henda vegin í 2002. Enn hava vit ikki ásett, nær tað verður, men tá verður undankappingin til HM endaspælið liðug, og tí man tað fara at bera til at finna ein dag, áðrenn tað verður farið undir EM undankappingina til endaspælið í 2002.

Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Avtalan við Liktinstein er, at FSF sjálvt ber ferðaútreiðslurnar og aðrar útreiðslur, sum standast av at fara av landinum við landsliðnum. Teir í Liktinstein rinda fyri uppihaldið hjá føroyska ferðalagnum í Liktinstein. Tá Liktinstein um tvey ár kemur henda vegin, skal FSF rinda fyri uppihaldið hjá teimum, meðan teir sjálvir skulu gjalda ferðaútreiðslurnar.

Ætlanin er, at landsliðsferðalagið skal fara úr Føroyum flaggdagin, 25. apríl, og teir verða aftur í Vágum hósdagin 27. apríl.


Nógv á skránni

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, fer í seinasta lagið fjúrtan dagar undan fráferðini til Liktinstein at boða frá, hvørjar spælarar hann ætlar sær at hava við. Venjarin kemur til Føroya at síggja onkrar dystir, men enn er ikki avgjørt, nær hann kemur henda vegin.

Landsliðsspælararnir eru ikki enn farnir undir kappingarárið, men Allan Simonsen fær nógvar møguleikar at síggja, hvussu landsliðsspælararnir eru fyri, áðrenn hann niðri í Liktinstein fer at seta liðið. Eitt nú eru dystir í bólkaumfarinum í kappingini um løgmanssteypið á skránni 20. og 22. apríl, og fyrsta umfarið í landskappingini verður 2. páskadag, 24. apríl, ella dagin fyri, sum landsliðið fer niður til Liktinstein.


Grønland tikið av skránni

Grønlendingar hava í longri tíð víst áhugað fyri at spæla landsdyst móti føroyingum. Teirra uppskot hevur verið, at talan skuldi vera um ein dyst, og at hann skuldi spælast í Keypmannahavn.

Síðsta uppskotið hjá grønlendingum var, at dysturin skuldi spælast í Parkini í Keypmannahavn mikudagin 7. juni, men nú er tað greitt, at tað verður eingin landsdystur í ár ímillum Føroyar og Grønland. Í onkrum donskum fjølmiðlum hevur verið nevnt, at grønlendingar hava hildið, at teir kundu ikki ganga undir fíggjarligu treytirnar, sum føroyingar settu fyri at fara til Danmarkar at spæla, men frá føroyskari síðu hava krøvini um endurgjald fyri útreiðslur av ferðini til Danmarkar ikki verið mett at vera órímulig.