Tað sást væl, tá ið eysturríkski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð á Tórsvølli í kvøld, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir. Teir høvdu møguleikar at tryggja sær sigurin og harvið trý stig ímóti Lettlandi, sum Føroyar fyri einum snøggum ári síðani – fríggjakvøldið sjeynda oktober 2016 – vunnu 2-0 ímóti í Riga.
Eftir dystarlok var tað ikki so nógv at síggja til spælararnar, sum tað annars plagar at vera eftir dystarlok, tá ið spælararnir ofta geva sær góðar stundir at tosa við miðlarnar og umrøða dystin, egið avrik og hvussu vánirnar nú eru.
Spælararnir høvdu onga orsøk at krógva seg, og tað gjørdu teir heldur ikki.
Orsøkin til at teir vóru so skjótir avstað var, at teir longu í kvøld skuldu av landinum.
Stutt eftir dystarlok var fokus vent ímóti avbjóðingini ímóti Ungarn í Budapest týskvøldið.
Tað ráddi um beinanvegin at vera kropsliga so væl fyri, sum tað ber til, og so varð farið úr Gundadali og vestur í Vágar.
Flogfarið hjá Atlantsflogi bíðaði. Fráferðin til Budapest var sett at vera klokkan 21. Ferðalagið er komið vestur á flogvøllin, men flogfarið er ikki lætt úr Vágum enn.
-Tað er fínt at vit ferðast í nátt og harvið vera í Budapest bæði sunnudagin og mánadagin, áðrenn vit skulu spæla týskvøldið. Eftir ein sovornan dyst sum tann í kvøld, er tað torført at sovna, og nú hava vit fleiri tímar í luftini, har tað ber til at práta og sova soleiðis, sum tað liggur fyri, sigur liðformaðurin Atli Gregersen.
Í ferðalagnum eru eisini viðhaldsfólk, sum nýta høvið í heystfrítíðini at vitja í ungverska høvuðsstaðnum og at síggja føroyska landsliðið spæla síðsta HM undankappingardystin í hesum umfarinum.
Lettlandska landsliðið ferðast eisini við Atlantsflog. Flogfarið til Riga er sett at fara úr Vágum klokkan 22.