Í ár hevur Listafelag Føroya, sum stendur aftanfyri árligu ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum, valt at geva framsýningini eitt ávíst heiti – ella tema. Tema’ið er Landslag.fo/09 – við undirheitunum »avmyndan, umskapan og avskapan«. Fólk, sum kundu hugsað sær at havt listaverk við á framsýningini, høvdu freist til 15. juli at senda inn uppskot. Síðan er tað nevndin í Listafelag Føroya, ið velir burturúr innkomnum uppskotum, sum síðan mynda framsýningina á ólavsøku.
Nýggjar tíðir
Malan Marnersdóttir er forkvinna í Listafelag Føroya.
Hon heldur, at tema’ið Landslag.fo/09 í sær sjálvum ber boð um, at talan er um nýggjar tíðin innan landslagsmyndir.
– Summi halda, at føroyska landslagslistin er fjølbroytt, slóðbrótandi, áhugaverd og frísklig. Onnur halda, at henda listin eftirhondini er vorðin einsporað, óorginal, nalvaskoðandi, keðilig, moðin – og fyri alt í verðini ov siðbundin.
Malan vísir á, at sum myndaevni hevur landslagið í mong ættarlið verið høvuðseyðkennið hjá listini – ikki bara í Føroyum, men eisini uttanfyri landoddarnar.
Hon væntar tó eina rættiliga spennandi, forvitnisliga og fjølbroytta framsýning í Listaskálanum á ólavsøku.
– Tema og undirtekstir leggja upp til, at landslagið eisini kann tulkast í sínum breiðasta og mest abstrakta týdningi.
Malan heldur, at í einum speiskum tóna ber til at siga, at eitt landslag kann vera nógv meira enn bert ein bygd, eitt fjall ella ein havsbrúgv.
– Vit hava eingi mørk sett fyri, hvussu listafólkini kunnu arbeiða, ei heldur tøkniliga. Øll tøkni er vælkomin, um so er. Men er tað soleiðis, at onkur listaverk krevja okkurt serstakt, er neyðugt, at fólk gera vart við hetta í góðari tíð, so høvi verður at hyggja upp á, um umstøður eru til at ganga ynskjunum á møti.
Torført val
Tá vit prátaðu við Maluna í fyrra helmingi av hesum mánaðinum, segði hon, at nøkur listaverk longu vóru komin og fleiri vóru væntandi.
– Jú, tað verður eisini spennandi hjá okkum í Listafelag Føroya at síggja, hvar listafólk nú halda, at landslagið er statt, sum hon tekur til.
Malan væntar, at fólk, sum fara at vitja ólavsøkuframsýningina, fáa høvi at síggja bæði kend, minni kend og í hennara verð ókend listafólk.
– Tað er altíð torført at velja ímillum innkomna list, men hetta er ein avbjóðing og er samstundis ógvuliga spennandi.
Tá vit prátaðu við forkvinnuna í Listafelag Føroya, hevði hon av góðum grundum einki neyvt boð upp á, hvussu framsýningin fer at síggja út, tí nakrir dagar enn vóru eftir av innlatingartíðini.
Ólavsøkuframsýningin verður í tí gamla og upprunaliga partinum av Listaskálanum, men Malan Marnersdóttir vísir á, at nú grafiski verkstaðurin er fluttur, kemur tann parturin helst upp í framsýningarøkið á ólavsøku aftrat.
Framsýningin í Listaskálanum letur upp ólavsøkuaftan klokkan 14 og verður opin báðar ólavsøkudagarnar millum klokkan 14 og 20. Síðan hongur framsýningin nakrar dagar út í august og kann síggjast í tíðini, tá savnið annars er opið.
Væl vitjað
Helgi Fossádal, leiðari á Listasavni Føroya, sigur, at millum 50 og 100 verk plaga at verða sýnd fram á ólavsøkuframsýningini, men hann veit av góðum grundum ikki, hvussu stórt talið verður hesaferð.
– Tað er soleiðis, at vit leggja bara hølini til, og síðan er tað Listafelag Føroya, ið tekur støðu til, hvørji og hvussu mong listaverk koma upp at hanga.
Helgi Fossádal vísir á, at ólavsøkuframsýningin sum heild plagar at vera væl vitjað.
– Talið av vitjandi liggur vanliga millum eini 1500 og 3000, harav tey flestu vitja framsýningina um ólavsøkuna, sigur leiðarin á Listasavni Føroya.
______________________________________