Landslæknin úr starvi í morgin

Hann hevur verið landslækni í samfull 35 ár

Høgni Debes Joensen, landslækni, leggur nú frá sær. Og morgin dagurin, fríggjadagurin, 31. Oktober verður hansara seinasti arbeiðsdagur.

Tað er hann sjálvur, sum hevur boðað frá, at hann vil verða loystur úr starvi, nú hann fylti 70 tann 12. oktober

 

Høgni Debes Joensen byrjaði í starvinum 35 ára gamal og hevur sotstatt verið landslækni í 35 ár, nú hann fer frá.

Leiðandi embætislækni Henrik L. Hansen í Danmark er fyribils settur sum landslækni frá 1. november.