Í løtuni verða allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum kannaðir fyri vita um talan er um nýggja omikron-variantin, sum smittar sera illa. Hetta kann taka upp í tveir dagar at gera, sigur landslæknin.
Meðan hetta verður gjørt, setir Landslæknin fleiri fólk í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll sum hava verið í beinleiðis samband við ein smittaðan – hetta eru fólk í 2. liði - verða sett í sóttarhald – bæði ókoppsett og koppsett. Fólk í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin. Tey, sum hava verið í beinleiðis samband við 2. lið – tað vil siga persónar í 3. liði – verða eisini biðin um at fara í sóttarhald – bæði ókoppsett og koppsett.
Tá úrslitið frá kanningunum er greitt, sleppa tey í 2. liði, sum eru koppsett, og sum hava eitt negativt kanningarúrslit, úr sóttarhaldi. Tey, sum ikki eru koppsett í 2. liði, skulu verða í sóttarhaldi í 10 dagar.
Fólk í 3. liði, sleppa úr sóttarhaldi, um teirra samband úr 2. liði fær eitt negativt kanningarúrslit.
Landslæknin hevur valt at taka hesi fyrivarni, til vit vita meira um Omikron-fyribrigdi.
Soleiðis hevur landslæknin býtt fólk upp í 1. lið, 2. lið og 3. lið. Sí talvuna niðan fyri:
##med2##