Lars Fodgaard Møller heitir nú enn einaferð á føroyingar um at lata seg koppseta ímóti covid-19. Tað ger hann eftir seinasta útbrotið við Delta frábrigdinum.
– Vit hava ríkiligt av vaksinu, og okkara einasta vápn ímóti covid-19 er at koppseta fólk, sigur Latrs Fodgaard Møller við Kringvarpið.
– Fáa vit fólkið koppsett, kunnu vit fáa okkara vanliga lív aftur. Skjótari vit fáa flokkimmunitet, minni verður møguleikin fyri størri útbrotum, og so kunnu vit fáa eitt vanligt samfelag aftur. Tí vil eg heita á fólk um at lata seg koppseta sum skjótast, sigur hann.
Tað hevur verið frammi, at Pfizer vaksinan ikki er eins effektiv ímóti Delta frábrigdinum sum øðrum frábrigdum av covid-19, men landslæknin tvíheldur um, at koppsettin er loysnin – eisini móti Delta frábrigdinum.
– Nøkur fá fólk, sum eru vaksinerað, eru vorðin smittað. Vaksinan verjir ikki hundrað prosent, men vit hava bert í einum føri sæð, at eitt fólk, sum er vaksinerað, hevur smittað onkran annan. Tí sær tað út til, at tey fáu vaksineraðu, sum verða smittað, ikki eru so smittufarlig, og tey fáa sera fá sjúkueyðkenni, sigur Lars Fodgaard Møller við Kringvarpið.
Higartil eru sløk 46 prosent av føroyingum liðugt koppsettir. 61 prosent hava fingið fyrra prikið. Samanlagt eru sløk 57.000 prik givin, og Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju ímóti covid-19 í Føroyum.