Landslæknin ávarar um kikhosta hjá smábørnum

Higartil í ár hevur Landslæknin fingið fráboðan um tilburðir við kikhosta. Fráboðanarskyldan fevnir um børn undir 2 ár.

Talan var um tvey børn í Tórshavnar Kommunu og tey vóru bæði undir tríggjar mánaðir.

Smittukeldan var ókend, men tey vórðu bæði løgd á Landssjúkrahúsið.

Nú, vit aftur hava eina farsótt við kikhosta, ger landslæknin vart við, at sjúkan kann verða vandamikil fyri pinkubørn.

- Kikhosti smittar illa og spjaðist beinleiðis við dropaspjaðing frá sjúklingum, ið hosta.

Sjúkan smittar ringast fyrstu tíðina, áðrenn sjúklingurin er farin at hosta í kíki. Eftir at eyðkendu hosturíðirnar eru byrjaðar, minkar smittuvandin líðandi og er av seks vikur eftir sjúkubyrjan.

- Eldri fólk, ið hava havt sjúkuna sum børn, kunnu væl fáa hana aftur, tó nógv linari og ofta bara við vanligum hosta.

- Tey kunnu tó bera smittuna inn á smábørn. Hjá størri børnum og vaksnum, ið eru koppað fyri kikhosta, er sjúkan vanliga nógv linari enn annars.

- Børn ið koma fyri smittu kunnu gerast smittuberar uttan at vera sjúk. Eru tilburðir við Kikhosta í einum dagstovni, eiga foreldur at hava í huga, at barn teirra kann vera frískur smittuberi, ið kann smitta systkin í pinkubarnaaldri, sum ikki eru koppað.

- Í hesum førum kann vera skilagott at seta seg í samband við kommunulæknan at fáa ráðgeving, av tí at sjúkan kann vera sera vandamikil fyri pinkubørn.

Landslæknin sigur, at royndirnar vísa, at pinkubørn ofta verða smittað heima av størri systkjum, og tí eiga fólk við krími ella hosta at verða hildin burtur frá pinkubørnum, sum ikki eru koppað.

Tilgerðartíðin, sum er tíðin frá smittu til sjúkubyrjan, er vanliga ein til tvær vikur. Sjúkan byrjar oftast sum vanligt krím, og sum frálíður kemur meira turrur hosti. So líðandi koma tær eyðkendu hostaríðirnar, har ið sjúklingurin hostar í kíki.

- Uttan at anda inn, hostar barnið uppaftur og uppaftur í saman uttan at anda inn, so at tað gerst bláreytt í andlitinum.

- Eftir hetta kemur ein kikkandi innanding, og seigt slím verður hostað upp. Eisini kann barnið spýggja. Hesi herðindi koma kunnu koma títt eftir hvørt annað, at barnið gerst púra útlúgvað. Børn undir 1/2 árs aldur, ið ikki orka at hosta í kíki, kunnu fáa bara vanligan hosta, blána, missa andan og kunnu svíma.

Eftir tvær – fýra vikur minka eyðkendu hostaríðarnir líðandi, og sjúkan er oftast av eftir seks til átta vikum, men tað kann framvegis vera hosti í eina tíð, stundum í fleiri mánaðir.

Hjá ikki koppaðum smábørnum kann sjúkan gerast sera álvarsom við svárum trupulleikum at anda, so at neyðugt er at leggja barnið inn á sjúkrahús.

Fepur er vanliga eingin, uttan so at okkurt hevur sligið til.Tilsløgini kunnu verða slím á lungunum, lungnabruni ella millumoyrnabruni. Tilsløgini koma so at siga bert hjá pinku- og smábørnum.

Sjúkan verður staðfesting hjá lækna við at pota frá næsasvølgrúmi og viðgerð er við ávísum antibiotika, sum kann minka um smittuspjaðing, men hevur lítið ella einki árin á sjálva sjúkuna.

Í koppingarskránni, sum vit nýta í Føroyum, verður koppað fyri kikhosta, tá ið barnið er 3, 5 og 12 mánaðar og 5 ára gamalt.

Kemur kikhosti fyri í einum dagstovni við børnum undir eitt ár, skulu hesi børn sendast heim, uttan so at tey hava haft kikhosta ella tey áður í minsta lagi hava fingið fyrstu tvær kikhostakoppingarnar.

- Fólk, ið hava fingið staðfest kikhosta, eiga ikki at hava samband við børn undir eitt ár, áðrenn viðgerð er byrjað eftir avtalu við lækna.

- Av tí at flest øll børn eru koppað, kunnu børn við kikhosta, sum annars ikki tykjast sjúk, koma í dagstovn ella skúla í tí tíðarbilið, har ið framvegis er ein ávísur smittuvandi.

- Børn mugu tó ikki koma á dagstovn ella í skúla, so leingi sum hostaríðurnar geva týðandi trupulleikar við andadrátti ella spýggju, sigur Landslæknin og hann leggur afturat, at ríðurnar kunnu verða so nógvar, at hetta krevur serligt eftirlit.