Út á hav
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Høgni Debes Joensen tekur farloyvi og fer til skips.
Vártúrarnar í 2003 og 2004 var hann umborð á flakatrolaranum, Sundabergi, og nú fer hann so at royna seg umborð á Skálabergi.
Høgni trívist væl at sjónum og er fallin væl til saman við manningini umborð.
Nú leiðin hjá landslæknanum gongur í Barentshavið, fer danski læknin, Per Vagn-Hansen, at virka sum vikarur fyri Høgna Debes Joensen.
Per Vagn-Hansen verður í starvinum hjá landslæknanum frá 24. januar og fram til endan av apríl mánaða.
Avloysarin
Høgni Debes Joensen hevur sent út eitt tíðindaskriv um farloyvi og avloysaran.
- Um Per Vagn-Hansen er í stuttum at siga, at hann varð lækni í 1969 og tók embætislæknaprógv í 1978. Hann starvaðist í fleiri ár í danska Heilsustýrinum sum lækni, eitt skifti sum yvirlækni. Per hevur drúgvar royndir sum embætislækni og var í slíkum starvi árini 1982-2003 í Storstrøms Amt, og síðani 2003 hevur hann verið stjóri á ráðgevingarfyritøkuni, Public Health Dialogue.
Lagt verður aftrat, at í Danmark er Per eitt nú kendur sum undirvísari hjá pedagogum, lesandi, læknum, kommunalum starvsfólki og øðrum.
- Mest kendur man hann annars vera sum rithøvundur, og kendastu bøkur hansara eru helst "Sundhed, miljø og hygiejne i pædagogisk arbejde (572 bls)" og "Håndbog for dagplejere og dagplejepædagoger (197 bls)", ið komu ávíkavist í 2006 og 2005, sigur Høgni Debes Joensen í tíðindaskrivinum.










