Tá føroyskir sjúklingar kæra um viðgerðir í føroyska heilsuverkinum, kunnu teir senda kæruna til Landslæknan, sum so sendir kæruna víðari til danska sjúklingakærunevndina
Á heimasíðuni hjá Landslæknanum, www.landslaeknin.fo stendur soleiðis:
- Sendir tú kæruna til Sjúklingakærunevndina í Keypmannahavn, so fer Sjúklingakærunevndin at senda eina áheitan til Landslæknan um at innheinta frágreiðing frá viðkomandi heilsustarvsfólki ella fólkum umframt at biðja um tilfar so sum útskrivingarbrøv, røntgenmyndir o.a. sum kann lýsa málið.
- Tá Landslæknin hevur fingið alt tilfarið, verður gjørdur ein samandráttur av málinum og yvirlit yvir øll skjøl í málinum. Síðan verða øll skjøl og annað viðkomandi tilfar sent niður til Sjúklingakærunevndina sum viðgerð málið og tekur avgerð um, hvørt heilsustarvsfólki sum kært er um, skal hava átalu ella ikki.
Landslæknin, Høgni Debes Joensen, sigur tó, at hann sum embætisfólk einki hevur við endugjaldsmál at gera.
- Eg eri bara inni í málinum, tá sjálv kæran verður viðgjørd av sjúklingakærunevndini. Tá endaliga avgerðin er tikin, havi eg ikki longur nakað við málið at gera, sigur hann.
Tá er tað sjúklingurin sjálvur, sum skal fylgja málinum upp, um hann ynskir, at viðhald í kæru skal nakrar avleiðingar










