Landskrona: Soleiðis upplivdu eysturríkarar dystin

(Kykmynd) Síggj og hoyr allan dystin, sum hann var vístur í eysturríkskum sjónvarpi

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr dystin millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona í Skåne í Svøríki fyri júst 25 árum síðani. Talan er um eysturríksku útgávuna av søguni, har eysturríkska kringvarpið ÖRF sigur frá.

 

Í hesari upptøkuni verður sett til Landskrona áðrenn dysturin byrjar, og tjóðsangirnir hjá báðum liðum hoyrast og síggjast. Tað finst ikki í útgávuni hjá Sjónvarp Føroya. Ein kostiligur lutur er, at føroysku áskoðararnir og lokala hornorkestrið hava ikki somu takt, tá "Tú Alfagra Land Mítt" verður sungin á leikvøllinum í Landskrona.

 

71 og ein hálvan minutt inni í upptøkuni sæst og hoyrist løtan, tá Torkil Nielsen skorar. "Tað er ikki satt, tað er ikki satt", sigur skelkaði eysturríkski frásøgumaðurin. Løtuna aftaná greiðir hann frá hvussu føroyski starvsfelagin (Árni Gregersen red.) flippar út í samband við málið.

 

Um ein bara skilur nakað av týskum kann ein fáa stóra gleði og frægd av at síggja og hoyra dystin her. Myndagóðskan er eisini rættiliga góð.