Í kvøld boðar Sunneva Háberg Eysturstein á sínari Facebook-síðu frá, at Landskrona og Sirkus fyribils lata aftur.
- Í somu løtu, sum eg eri í masku í Degi & Viku og tosi um at royna at hava staðið forsvarliga koyrandi til klokkan 23 í kvøld, posti eg á sosialu miðlarnar hjá Landskronu og Sirkus, at vit fyribils lata aftur.
Soleiðis skrivar Sunneva Háberg Eysturstein í kvøld.
- Men, hatta er tað. Innslagið í Degi & Viku varð tikið upp í dag. Vit hava tikið støðuna frá tíma til tíma síðani, og nú í kvøld var tað ikki forsvarligt meira.
Sunneva Háberg Eysturstein leggur aftrat, at "... vit hoyrast eftir vikuskiftið".