TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt minniligt prát, sum oyggjaleikavertirnir hjá Rás2 (Eyðun Klakstein og Heri Simonsen) gjørdu á oyggjaleikunum á Álandi á sumri í 2009.
Millum tey 1.300 hjálparfólkini á oyggjaleikunum á Álandi hetta summarið varð Doris Griessner úr Eysturríki. Á heysti í 2008 var Doris til eina listaframsýning á Leopold Museum í Wien. Talan var um eina serliga føroyska listaframsýning. Ein partur av listaframsýningini var, at dysturin millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona á sinni, var sýndur í einum sjónvarpi, har ein kundi velja ímillum at hoyra tað eysturríksku ella tað føroysku frásøgnina. Tiltikna húgvan hjá Jens Martin Knudsen var eisini sýnd fram á listaframsýningini. Doris Griessner er ein stórur Jens Martin Knudsen fjeppari, og hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at møta Jens Martini Knudsen.
Hilmar Jan Hansen syrgdi fyri, at Jens Martin Knudsen kom á linjuni, og Doris fekk sítt lívs yvirraskilsi, tá hon slapp at tosa við Jens Martin. Hon var ovurfegin, og fortaldi vítt og breitt um stóru upplivingina hon hevði havt í studionum hjá Rás2 í Mariehamn.
Fjølmiðlamenn úr øðrum oyggjum frætti um tað stuttligu hendingina, og teir høvdu tað sum ein part av sínum oyggjaleikafrásøgnum.- Tit góvu mær eina ógloymandi uppliving, greiddi ein fegin Doris Griessner frá í beinleiðis sending á Rás2 á sumri í 2009.










