Landskrona BOIS er stóri lokali arvafíggindin hjá Helsingborg

Brandur Hendriksson Olsen skal spæla við liðnum, ið er størsti arvafíggindin hjá Landskrona BOIS, ið legði vøll til fýra føroyskar

EM-dystir í 1990-unum

 

Hoyrir onkur føroyskur landsliðsfjeppari navnið "Landskrona" vekir tað beinavegin stór og góð minnir.

Tað var svenska fótbóltsfelagið, Landskrona BOIS sum legði heimavøll til teir fýra EM-undankappingardystirnar Føroyar spældu móti Eysturríki, Norðurírlandi, Danmark og Jugoslavia í 1990 og í 1991.

Í Eysturríki er "Landskrona" eisini eitt legendariskt navn, tá søgan hjá eysturríkska landsliðnum er til umrøðu.

Men nú spælir ein føroyskur landsliðsspælari við tí liðnum, ið bæði lokalt og søguliga er tann størsti arvafíggindin hjá Landskrona BOIS. BOIS er annars stytting fyri: "Boll och Idrottsällskap".

Tað tekur bara smáar 20 minuttir at koyra frá Helsingborg til Landskrona, og í gomlum døgum vóru nógvir harðir dystir millum lokalu rivalarnir, Helsingborgs IF og Landskrona BOIS.

Seinnu árini hevur tó verið longri millum dystirnar, tí nú er Landskrona BOIS at finna í triðbestu svensku fótbóltsdeildini.

Tí hevur tann stóra arvauppgerðin í Skåne í Allsvenskuni tey seinnu árini verið millum Helsingborgs IF og Malmö FF.

Í gomlum døgum vóru uppgerðir millum Landskrona BOIS og Malmö FF eisini harðar grannauppgerðir í Skåne.

Millum Landskrona BOIS fjepparar er tó eingin ivi um hvat lið tey hata mest, og er tað nýggja liðið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen, Helsingborgs IF. 

Ein meiningskanning vísti, at fyri 2/3 av Landskrona BOIS fjepparunum hevði tað størst týdning at vinna á Helsingborgs IF. Bara 1/4 helt, at tað hevði størri týdning at vinna á Malmö FF.

Einasti møguleiki fyri, at Brandur Hendriksson Olsen kemur at spæla á tí í føroyskari landsliðssøgu kenda Landskrona Idrotsplats vøllinum er um Landskrona BOIS og Helsingborgs IF trekkja hvønn annan í svensku steypakappingini.

Í dystunum móti Malmö FF kann Brandur tó koma at uppliva tað, ið minnir um tað sum hann minnist frá tíðini hann var partur av hópinum hjá FC Keypmannahavn, tá FCK spældi dystir móti Brøndby. 

Einasti føroyingur, ið hevur skorað á Landskrona Idrotsplats vøllinum er Torkil Nielsen. Tað var 12. september í 1990, tá Føroyar vunnu tann heimskenda 1-0 sigurin á Eysturríki í EM-undankappingini.

Kanska um lutakastið til svensku steypakappingina lagar seg, so verður Brandur annar føroyingurin, ið skorar mál á Landskrona Idrotsplats vøllinum. Livst so spyrst.