Seinastu 10 árini hava vit havt stóran búskaparvøkstur. Hóast útreiðslur landskassans eru vaksnar í meira lagi, kann staðfestast, at ábyrgdarfullur politikkur er førdur við ymsum samgongum. Allir flokkar hava verið við hesi árini, men bert Fólkaflokkurin allatíðina.
Í 1997 var skuldin hjá landskassanum 6,8 milliardir kr. meðan bert 1,3 mia kr. stóðu sum reiður peningur. Tvs. netto var skuldin tí 5,4 mia.kr. Sonevndur útbúnaður er ikki roknaður við. Útbúnaður er m.a. partabrøv, sum tað almenna átti í feløgum. Henda áogn var uppgjørd til 1,5 mia, og tí var nettoskuldin, íroknað útbúnað, kr. 3,9 mia. kr.
Meiri vælferð
Hesi 10 árini er vælferðin hjá føroyingum betrað munandi, samstundis sum skattalættar hava tryggjað ein rímuliga høgan búskaparvøkstur. Vit kunnu í dag staðfesta, at vit eru skuldarfrí.
Í landsbankanum standa nú 2,1 mia. Annar peningur hjá landskassanum í umferð er 1 mia. kr. Íalt 3,1 mia. kr á bók. Harafturat er útbúnaður 1,6 mia. kr.
Røsk at gjalda aftur
Eisini hava vit verið røsk at goldið skuld aftur. Í brævalánum er skuldin 2,1 mia. kr, og onnur skuld er 0,6 mia. kr. Umframt er eitt serligt lán til danska statin upp á 0,5 mia. kr, ið bert skal gjaldast aftur, um vit finna olju áðrenn 2018. Hetta merkir, at um vit onga olju finna, er henda skuld strikað. Um vit hinvegin finna olju, er henda skuld ikki at rokna sum skuld, tí tá fylgja væl meir av inntøkum við.
Hetta merkir, at vit í dag eiga 400 mió. kr. meir á bók, enn vit skylda. Rokna vit skuldina til danska statin og ogn í partabrøvum o.l. við, eiga vit 1,5 mia. kr. meira, enn vit skylda.
Vit kunnu tí fegnast og staðfesta, at í 2007 er nettoskuldin hjá landskassanum burtur.