Landsstýrið tekur nú eitt avgerandi stig fyri at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Føroyar hava ikki hýst Oyggjaleikunum síðani í 1989 og ætlanin var at tær skulu vera aftur her í 2019, men tað datt niðurfyri, tí fíggjarlig trygd kundi ikki veitast fyri leikunum.
Men nú fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at veita eina fíggjarliga trygd upp á 10 milliónir krónur fyri at fáa leikirnar aftur til Føroya.
Fáa Føroyar møguleikan at hýsa oyggjaleikunum, kann tað hugsast, at ímillum 2000-3000 ítróttarfólk, venjarar, hjálparfólk fara at koma til landið, og tað fer óivað at hava økt virksemið við sær, bæði fyri vinnulív, kommunur og landið alt, sigur Kristina Háfoss.
Samstundis kann ein slík altjóða ítróttakapping verða við at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland, leggur hon afturat.
Spurningurin er so bara nær, oyggjaleikirnir kunnu koma til Føroya. Sum vit hava skilt, verður roynt at fáa tær hendavegin í 2023, men tað er óvist um tað eydnast, tí onnur oyggjasamfeløg liggja eisini framvið.