Landskassin eitt vet meira inn í skatti

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið eitt vet meira, meðan kommunurnar hava fingið nakað minni inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.

Landskassin hevur higartil fingið slakar 508 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 0,35 % meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør.

Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 578 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 0,83 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava millum annað Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Eysturkommuna, Sunda kommuna, Vágs kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna, Vestmanna kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu fimm mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.

Fyrstu fimm mánaðirnar í 2013 eru slakar 94 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 16 milliónir í kirkjuskatti.

Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 14 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.