Fyrra hálvár í ár fekk landskassin 33,461 milliónir minni inn í beinleiðis skatti, enn hann fekk fyrra hálvár í fjør.
Tað vísir ein uppgerð, Taks hevur gjørt.
Uppgerðin vísir, at fyrra hálvár í ár fekk landskassin 611.833 milliónir inn í skatti og tað eru 129,379 milliónir minni enn fyrra hálvár í fjør, tá ið skattainntøkan var 741.212 milliónir.
Tað er ein minking upp á 17,46%.
Men í ár verða eftirlønar skattaðar við inngjald og tað hevur givið landskassanum eina inntøku upp á 96.923 higartil í ár.
Sostatt hevur landskassin tilsamans fingið 708.756 milliónir inn í skatti higartil í ár, ella 33.461 milliónir minni enn í fjør.
Tað er ein minking upp á 4,38%.










