350 milliónir mangla í landskassanum, sum kann staðfesta milliónahall bæði í fjør, í ár og næsta ár. Hallið í ár ger, at landið nú má lána 350 milliónir krónur til at tryggja gjaldførið hjá landskassanum.
Løgtingið skal í dag taka støðu til, um fíggjarmálaráðið kann taka lán á 350 milliónir krónur til at rinda gjaldførishallið, sum fyrst og fremst stavar frá hallinum, sum er á fíggjarlógini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at landið má lána milliónir fyri at tryggja gjaldføri. Søgan var hin sama í fjør.
Og tað sæst aftur í dag.
Tí umframt at biðja um lán fyri at rinda hallið, er eisini neyðugt at læna 15 milliónir til avdrátt og afturgjalding av líknandi lánum, sum falla til gjaldingar í juni mánað.
Ikki tað, landskassin hevur nóg mikið av pengum á kistubotninum til at rinda hallið. Men ein áseting um minsta gjaldføriskrav ger, at landið má fíggja hallið við láni.
Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum, og sostatt er líkt til, at Løgtingið seinnapartin fer at geva landsstýrinum heimild at taka eitt lán á 350 milliónir krónur.










