Landskassaavlopið 648 milliónir krónur

Avlopið á landskassaroknskapinum var heilar 648 milliónir krónur í fjør. Hetta eru 513 milliónir meira enn mett, men fyri tað skulu føroyingar ikki væntað, at landsstýrið fer at oysa til høgru og vinstru, sigur Karsten Hansen

Sveinur Tróndarson


- Fyri tað um tað gongur væl í løtuni, og landskassin hevur eitt gott gjaldførið, so merkir tað ikki, at landsstýrið fer at brúka til høgru og vinstru, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Fyrrapartin fríggjadagin almannakunngjørdi hann landskassaroknskapin fyri 1999, og tað var í samsvari við lóg og rætt, sum fyriskrivar, at roknskapurin skal vera framlagdur áðrenn 1. juli árið eftir.

Á tíðindafundinum staðfesti Karsten Hansen, at orsøkirnar til framúr góða raksturin hjá landskassanum eru fleiri. ? Vit mugu ikki gloyma, at konjukturarnir hava verið við okkum, men tann førdi fíggjarpolitikkurin hevur eisini havt sína ávirkan á, at landskassaroknskapurin er so góður. Samgongan hevur ført ein konjunkturjavnandi politikk og tí verður eisini hildið fram við, segði landsstýrismaðurin.

Landsstýrismaðurin segði eisini, at samgongan hevur lagt eina íløguætlan, sum raðfestir hvussu íløgurnar skulu gerasts, nær og hvar. ? Vit hava alla tíðina eyguni eftir búskaparligu gongdini í landinum, og tað vil siga, at vit alla tíðina ansa eftir at búskapurin ikki verður ovhitaður, segði hann.

Hann nevndi eisini, at landsstýrið er farið í samráðingar við kommunurnar um íløgukarmin fyri næsta ár, og tað arbeiði skal skjótt vera liðugt. Sjálvur metir hann, at íløgukarmurin fer at vera á leið tann sami, sum í ár.

Um sjálvan raksturin segði Karsten Hansen, at tað í longri tíð hevur verið tosað nógv um, at almenni parturin av búskapinum er vaksin ov nógv. ? Hetta er ikki heilt rætt. Almennu útreiðslurnar eru øktar 11 prosent, og tað er væl minni enn tær eru í privatu vinnuni. Tá vit samstundis hugsa um, at lønarvøksturin er umleið átta prosent í tíðarskeiðnum talan er um, eru útreiðslurnar bert øktar okkurt um trý prosent, segði Karsten Hansen.

Í sambandi við spurningin um eitt nú frádráttin hjá handverkarum og sjómansfrádráttin segði Karsten Hansen, at landsstýrið arbeiðir við ætlanum um at minka um frádráttirnar. Í fjør varð frádrátturin til handverkarar, sum arbeiða uttanlands minkaður, og tað hevði ikki við sær, at handverkararnir fluttu uttanlands. ? Hetta merkir, at vit uttan iva kunnu minka frádráttin enn meir, sigur Karsten Hansen og vísir á, at tað er tørvur á handverkarum í Føroyum.

Ein av orsøkunum til, at landskassin hevur eitt betri úrslit enn væntað var frammanundan er, at skattainntøkur landskassans vóru nógv hægri enn væntað varð frammanundan. Mett var, at umleið 2,1 mia. krónur fóru at koma inn í skatti og avgjøldum, men har komu 2,5 mia. krónur. Samstundis er rentubyrðan minkað munandi orsakað av lægri lánum, og alt í alt gevur tað størra avlopið. At útreiðslurnar samstundis eru øktar, er kanska ein ábending um størri virksemið.

Hvat peningi viðvíkur er landskassin heldur ikki illa fyri. Í løtuni hevur landskassin 1,6 mia. krónur tøkar í Landsbankanum og á bók aðrastaðni og tað merkir, at landskassin fíggjarliga er rættiliga væl fyri.

Skuldin hjá landskassanum var við árslok komin niður á 4,5 mia. krónur, og tá eru tær 500 mió. krónurnar, sum danski staturin hevur eftirgivið ikki drignar frá.ar. Kórsamband Føroya, sum hevur skipað fyri kappingini, hevði einki við konsertina at gera annars,nýtti bara konsertina sum eitt hóskandi høvi.

At Brahms var innhugsin og hevði heldur tungt sinnalag fingu áhoyrarnir í ríkt mát at kenna á konsertini sum heild. Ein Deutsches Requiem er eins og Schicksalslied í tí ?tyngra endanum? av tónleiki hansara. Tað er í 7 pørtum, sum íalt varaðu í einar 70-80 minuttir. Hóast messan fellur í tveir høvuðspartar, har partarnir 4-7 leiða tankarnar móti uppreisn og himmalskari sælu, meðan partarnir 1-3 meiri eru merktir av sorg og klagu, gongur ein tráður av tunglyndi gjøgnum alt verkið. Heldur ikki í sjálvum endanum, sum er ein lovprísing, er Brahms, hóast hátíðarligur, veitsluhýrdur.


Á ferð

Kanska kom tunglyndið at merkja kvøldið í meira lagi. Eg helt meg eisini hoyra, at sangarunum vóru farnir at møðast móti endanum. Kanska skuldi okkurt lættari verk enn ?Schicksalslied? verið valt áðrenn steðgin. Í hvussu er kendist tað gott hetta góðveðurskvøld at syngja ?Einki er sum summakvøld við strendur?, sum gjørt bleiv í samband við handanina av virðislønunum.

Men hetta tekur einki frá tí stórfingnað, tí vakra og tí dragandi tónleikinum, sum vit í salinum fingu at hoyra. Ein má undrast á, at so væl er komið burturúr eftir bert nøkrum venjingum í einari viku. Sjálvt um Havnakórið hevur sungið verkið fyrr, mugu venjingarnar hava verið munagóðar, tí sum heild virkaði framførslan gjøgnumførd og fullfíggjað.

Eisini komu songsolistarnir væl frá sínum pørtum. Barytonsoloina í pørtunum III og VI hevði danin Lars Thodberg Bertelsen og sopransoloina í parti V hevði okkara egna Berghild Poulsen. Ein hoyrdi Berghild leggja nógva sál í framførsluna. Hon hevur eina stóra og vakra rødd, sum tóktist at egna seg væl til verkið. Og hon hoyrdist væl ímillum øll ljóðførðini. Sama kann ikki sigast um røddina hjá Lars Thodberg Bertelsen. Hon bleiv fleiri ferðir køvd serliga av træblásarunum, uttan tó at talan var um nakra vanlukku. Tað var stuttligt at hoyra hann veruliga bera sangin fram, og til tíðir sum ein sjónleikari tulka partar og smálutir í tekstinum.

Alt í alt eitt tónlistarligt avbera gott kvøld, sum vísir, at við kønari vegleiðing uttaneftir og samstarvi við grannarnar ?Eru vit á ferð?.

ZS