Landskappingin fer aftur í gongd

Vodafonedeildin - Tríggir dystir eru í Vodafonedeildini í annaðkvøld, ein ólavsøkuaftan og ein ólavsøkudag, og harvið er summarsteðgurin í landskappingini av á hesum sinni

Burtur sæð frá ÍF og AB, sum spældu 3. juli, hava øll hini liðini í Vodafonedeildini hildið summar­steðg frá landskappingini í ein mánað, men nú verður tørnað til aftur. Fýra av liðunum – HB, EB/Streymur, Víkingur og NSÍ – hava tó verið upptikin av europeiskum av­bjóð­ingum henda farna mánaðin, so steðgur hevur verið lítil hjá teirra spæl­arum.
Dystirnir, ið nú verða spældir, eru teir í 16. landskappingarumfari, men annars hava flestu liðini spælt 14 dystir og ÍF og AB 15. Ikki fyrr enn um ein mánað er talið á spældum dystum aftur tað sama hjá øllum 10 liðunum í Vodafonedeildini.
Tríggir av dystunum í hesum um­farinum verða spældir í annað­kvøld, tá FC Suðuroy tekur ímóti ÍF í Vági, AB fær vitjan av EB/Streymi og NSÍ er vertur í grannauppgerð ímóti B68. So spælir HB heima ólav­søkuaftan ímóti B71, og ólavsøkudag tekur B36 ímóti Víkingi.

Stór grannauppgerð
Ein hin mest áhugaverdi dysturin man vera grannauppgerðin í Runa­vík í annaðkvøld klokkan 18.30, har NSÍ tekur ímóti B68. Tá liðini møttust fyrru ferð í sjeynda umfari, gjørdi NSÍ bart á Toftum og vann 3-0. Hetta var samstundis triði sig­urin á rað hjá runavíkingum av níggju, áðrenn teir síðst í apríl blivu steðgaðir við javnleiki ímóti AB.
Sum oddalið fer NSÍ óivað at leggja nógv fyri fyri at vinna, men hinvegin hevur B68 eisini brúk fyri stigunum, eftir at árið ikki er byrjað av tí besta, so helst verður talan um eina grannauppgerð, ið er minst so livandi og undirhaldandi, sum tær plaga at vera.
Á Vágseiði fær FC Suðuroy vitjan av ÍF, sum hevur havt eitt ser­stakliga gott kappingarár, tí liðið er í landskappingini á triðja plássi og hevur annars vunnið seg í steypa­finaluna. Øðrvísi svangligt er tað hjá suðuroyingunum, ið enn bara hava vunnið tveir av teimum 14 undanfarnu dystunum, so skal tað venda hjá FC Suðuroy, fer tað skjótt at hava skund.

Hátíðarhald á Argjum
Triði dysturin í annaðkvøld klokkan 18 er á spildurnýggja grasvøllinum á Argjum, ið alment verður tikin í nýtslu, so tí verður eitt sindur meira gjørt burturúr enn vanligt, nú EB/Streymur vitjar AB.
Hornorkestur spælir og Jógvan Arge, formaður í mentamála­nevnd­ini hjá Tórshavnar býráð, fer at halda røðu, áðrenn fyrsta sparkið á nýggja vøllinum verður, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, sparkar bóltin til Andrass Drangastein, for­mann í Argja Bóltfelag.
Nú AB fær nýggja undirlagið, er støðan ikki betur enn næstbest, tí AB liggur undir niðurflytingarstrikuni eftir eina serdeilis soltna fyrru kapp­ingarhálvu, ið bert gav ein sig­ur, meðan felagið tapti líka ofta, sum tað vann: Sjey ferðir av hvørj­um. Gestirnir úr EB/Streymi eru hinvegin á veg uppeftir og lúra bert eftir næsta møguleikanum at taka seg upp millum tey allarfremstu.
Dysturin á Argjum er kvøldið fyri ólavsøkuaftan, so tí verður hann taldur millum ólavsøkudystirnar í Havnini, sum hesa ferð eru ikki færri enn tríggir í tali. Samstundis eru hetta steypadystir, ið Tórs­havn­ar kommuna hevur latið steyp til.

Dystir á ólavsøku
Ólavsøkudag klokkan 18.30 spæla HB og B71 á ovara vølli í Gundadali. HB roynir at jagstra runavíkingar, so oddasessurin kann takast aftur, og óivað kann tað ávirka henda dystin, hvat hent er í dystinum í Runavík kvøldið fyri, um trýstið á HB er størri ella minni. Hinvegin er støðan hjá B71 heldur ikki so heilt galin, hóast liðið liggur niður ímóti »strikuni«, tí har eru trý stig niður til AB og FC Suðuroy, ið sandoyingar sjálvandi vilja gera alt fyri at hava niðan fyri seg.
Hin ólavsøkudysturin, sum verður í Gundadali ólavsøkudag, er millum tvey av liðunum í miðjuni á stigatalvuni, B36 og Víking. Bæði hava tað til felags, at ov nógvir dystir – seks í part – eru endaðir við javnleiki, so nú skal skjótt henda nakað, skulu liðini omanfyri ikki fara undan teimum. Vinnur B36 henda dystin, er støðan hjá Víkingi einki serlig, tí so verða seks stig til eitt pláss oman fyri miðjuna, men við sigri kann Víkingur hinvegin taka eitt týðandi fet ímóti betru hálv­uni av stigatalvuni.
Nú farið verður í gongd aftur eftir summarsteðgin, legg­ur kapp­ingarskráin nokk so harð­liga út, tí longu sunnudagin og mánadagin eftir ólavsøku er aftur eitt fult um­far á skránni, og síðani koma ikki færri enn fýra umfør aftrat, so allan august fáa spælararnir á Voda­fone­liðunum úr at gera.