Landskappingin byrjað

Flogbóltskappingin byrjaði um vikuskiftið. Í meistaradeildini verður leikt dupultumfar, t.e. at eitt umfar er fyri jól og eitt eftir jól. Stigini verða koyrd í helvt eftir jól

Seinasta kappingarár var ikki so spennandi, tí hjá kvinnunum var Mjølnir einaráðandi, og hjá monnunum var tað Fleyr, sum vant burtur úr hinum liðunum.


Meira spenningur

Hetta kappingarárið sær út til at gerast meiri spennandi enn seinasta, tí hjá kvinnunum tapti Mjølnir seinasta vikuskifti fyri Drátti í FK-kappingini, sum Fleyr skipaði fyri. Hjá monnunum hevur Fleyr mist nógv fólk, og tó at ungir og dugnaligir menn hava tikið við, so er liðið viknað.


Nýggj teljiskipan ? enn einaferð

Seinasta kappingarár varð nýggj teljiskipan roynd í landskappingini. Leikt varð í tveimum hálvleikum. Tvey sett vóru í hvørjum hálvleiki, hvørt settið upp í 21. Hetta var felags skipan fyri øll norðurlond, men av tí at sviar avgjørdu at fara frá hesi skipanini, so gjørdu hini norðurlondini tað sama.

FIVB, altjóða flogbóltssambandið, hevði givið loyvi til hesa royndarskipanina og ætlanin var eisini, at hon skuldi halda fram eini tvey ár afturat og so leggjast fram fyri hini limalondini í FIVB. Hetta verður nú av ongum.

Skipanin, sum nú verður brúkt um allan heim, og tí eisini í Føroyum, er lík teirri góðu gomlu. Leikt verður um 5 sett. 4 tey fyrstu settini eru upp í 25, og 5. sett er upp í 15. Minst 2 stig skulu vera á muni í hvørjum setti. Spælt verður ikki um servuna, tí hvør bóltur telur. So er bara at vóna, at hesi skipanini verður longri lív lagað enn teirri gomlu.