Landskappingin 2013 var væl avgreidd

Formaðurin í kappingarnevndini, Jákup Martin Joensen er nøgdur við farna kappingarár

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Jákup Martin Joensen helt fyri leygarkvøldið á Hvonn, í samband við tiltakið, har ársins spælarar vóru heiðraðir, at tað hevur gingið væl at avgreiða landskappingina í ár.

 

Veðurlagið hevur ikki argað í ár, og ógvuliga fáar avlýsingar hava verið av tí orsøk. Heldur ikki hevur verið talan um eitt rokmikið ár við nógvum klagum.

 

Undir myndini ber til at hoyra og síggja samrøðuna Rannvá Gaard Fossáberg hevði við Jákup Martin Joensen á Hvonn leygarkvøldið: http://www.youtube.com/watch?v=Wr8umwMed4M