Hetta er júst støðan, sum vit kenna frá summarfríðtíðini, men munurin er, at nú er tíðarskeiðið nógv longri. Summarfrítíðin á Landsjúkrahúsinum hevur verið sera strævin fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Umstøðurnar hava til tíðir ikki verið til staðar at veita eina góða røkt, eins og sjúklingarnar hava verið noyddir til at ligið á yvirfyltum deildum. Í øllum hesum, til tíðir ruðuleikanum, hevur tó ein vón verið at hóma – hetta gongur yvir, tá summarfrítíðin er av! Men nei, okkara sjúkastu borgarar og okkara dugnaligu sjúkrarøktarfrøðingar skulu ikki vænta sær nakran bata í teirra umhvørvi.
Vit vóna, at okkara politikkarar vakna. Starvsfólk og sjúklingar kunnu ikki bera hendan prísin. Vit loyva okkum eisini at ivast í, hvussu stór sparingin kann blíva við at lata aftur eina seingjadeild, tí sjúka spyr ikki eftir, um sparitiltøk eru sett í verk.










