Landsins størsti orkubrúkari: Heldur verkfall í SEV enn lønarglíðing

Nú mugu allir arbeiðsgevarar standa saman, sigur stjórin á mest orkukrevjandi virki í landinum

Arbeiðssteðgur

? Tað er betri at vandi er fyri orkuveitingini nú, enn at SEV og landsstýrið gevur eftir og gevur maskinmeistarunum ov stóra lønarhækking.
Tað heldur stjórin á tí virki í Føroyum, sum brúkar nógv mest orku. Tilsamans brúkar Havsbrún streym fyri ímillum seks og sjey milliónir um árið.
Havsbrún í Fuglafirði er tað einstaka virkið í landinum, sum brúk nógv mesta orku og vit hava spurt stjóran á virkinum, Berg Poulsen, hvat hann heldur um at sjálv lívsnervan í samfelagnum, orkuveitingin, er rakt av arbeiðssteðg við teirri avleiðing sum tað kann føra við sær.
Bergur Poulsen sigur, at tað, sum er mest umráðandi er, at lønirnar hækka sum minst, helst onki.
Tað hevur størri tydning at hildið verður aftur í lønunum, hóast tað kann merkja ólag á orkuveitingini, enn tað hevur at geva eftir fyri lønarkrøvum fyri frið skild.
Hann sigur, at úrslitið av eini samráðing hevur ávirkan á tær næstu samráðingarnar og verður slakað ov nógv nú, fer tað at herða krøvini í næstu samráðingunum, eisini á privata arbeiðsmarknaðinum.
? Tað er alneyðugt at allir arbeiðsgevarar í landinum, almennir og privatir, standa saman um at tálma løninaog tí er tað eisini neyðugt at tálma lønarhøkkingarnar í hesum sáttmálanum, sigur stjórin í Havsbrún, sum eisini er nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Bergur Poulsen sigur, at tað, sum er mest umráðandi, er at vit ikki missa enn meiri av okkara kappingarførið, enn vit longu hava, við lønarhækkingum og tí er tað alneyðugt at allir arbeiðsgevarar, almennir og privatir, standa saman um at tálma lønina.
? Tí er tað heilt avgerðandi at eisini lønarhækkingin í SEV sáttmálanum verður tálmað, tí úrslitið av hesum sáttmálanum fer eisini at ávirka samráðingarnar um tvey ár.
? Halda vit ikki aftur, rýkur okkara kappingarførið og so er tað betri at taka eitt verkfall nú.
Hann leggur tí dent á, at tá ið arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg samráddust í vár, varð støðið lagt, eisini fyri almenna arbeiðsmarknaðin.
Tann sáttmálin gav onki í beinleiðis lønarhækking, men kostaði 2,4% í ymsum sosialum gjøldum til arbeiðsfólkið.
? Sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum mugu undir ongum umstøðum fara upp um tað, helst skulu teir verða lægri, sigur Bergur Poulsen.
? Tað ber ikki til, at summi fakfeløg sleppa lættari enn onnur, tí tað órógvar allan arbeiðsmarknaðin, leggur hann afturat. Tað ber heldur ikki til, at hálvalmennir og almennir stovnar slaka ov nógv, bara fyri frið skild.




?