Landsins leiðsla mótarbeiðir egnum ætlanum

Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna
-----

Serliga tvey undirskot í Føroyum, hava stolið yvirskriftirnar í seinastuni. Hesi eru fíggjarliga undirskotið hjá landskassanum og undirskotið av konufólkum. Seinastu tíðina, er tískil nógv orka og nógvur peningur nýttur fyri at finna út av, hvussu hesi bæði undirskotini kunnu lækkast og helst broytast til yvirskot.

Nógvar av avgerðunum, ið eru tiknar í hesum sambandi, hava verið skeivar og hava stimbrað undirskotunum heldur enn at hava tálmað. Eitt gott dømi er lækkaða játtanin innan eldraøkið, sum førdi við sær lækkandi arbeiðstíðir hjá starvsfólkunum á økinum. Sum vera mann, er eldraøkið í sera stóran mun eitt øki, har konufólk starvast, tí tað hevur verið siður, at serliga konufólk hevur nomið sær útbúgving innan heilsurøkt. Lækkaða arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum innan eldraøkið merkir, at inntøkugrundarlagið varð skert og tað var serliga konufólk, ið vóru rakt av hesum.

Føroyar er, sum vit vita, helst eitt av kostnaðarmiklastu samfeløgum í heiminum, at liva í. Lága lønin, ið starvsfólk í eldraøkinum vinna, er skorin enn meira, og vandin er nú, at hetta beinleiðis rakar tilverugrundarlagið hjá starvsfólkunum - konufólkunum. Hvat hendir so? Hetta fær í øllum førum ikki konufólk at flyta til landið. Heldur hinvegin kann hetta elva til, at undirskotið av konufólkið økist, tí hetta kann noyða konufólkið, ið verður rakt av niðurskurðinum, at flyta av landinum. Er talan um stakar uppihaldarar, er hetta steinur omaná byrðu og trupult verður at bøta um skaðan, ið longu er hendur.

Fyri tey, sum av onkrari orsøk ikki kunnu flyta av landinum merkir lønarniðurskurðurin, at hesi eisini vera verri fyri í framtíðini. Eftirlønin verður merkt av hesum og um hesi gerast so óheppin at missa arbeiðið, hevur hetta eisini ávirkan á møguligt útgjald frá ALS. Umstøðurnar hjá konufólki at liva og virka í Føroyum, eru við hesum munandi versnaðar.

Hitt undirskotið, sum varð nevnt í byrjanini - tað hjá landskassanum - kann eisini verða rakt av hesi "sparing". Støðast konufólk ikki í Føroyum, lækkar burðartíttleikin eisini. Tá burðartíttleikin lækkar, verða vit færri at framleiða, soleiðis at inntøkurnar hjá landinum verða lagdar undir trýst. Tískil hevur hetta neilig árin á tjóðarbúskapin eisini.

Eini greið boð til tey, ið hava tikið avgerð um at lækka játtanina til eldraøkið er tískil: Hugsið tykkum um áðrenn tit tálma samfelagið á hendan hátt. Hugsið um avleiðingarnar, ið kunnu gerast nógv álvarsamari enn óttast kann fyri. Úrslitið kann lættliga verða, at bæði undirkotið hjá landskassanum og undirskotið av konufólkum økist.

Við tí sum er hent innan eldraøkið, hevur landsins leiðsla mótarbeitt sínum egnu ætlanum um at fáa konufólk at støðast, og at fáa fleiri konufólk til landið. Hetta er ikki skilagóður politikkur.