Øll hava rætt til góð barnaár er fyribyrgjandi verkætlan, har Blái Krossur bjóðar børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.
Liv Lívið er eisini fyribyrgjandi verkætlan hjá Bláa Krossi, sum leggur dent á at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsaka av rúsdrekka-/evnum og /ella gerast bundin at rúsinum. Eisini verður arbeitt við at minka um trýstið, ið ungdómur merkir, at smakka sær á. Liv Lívið hevur millum annað verið við á stevnum og festivalum í summar.
Blái Krossur takkar øllum hjartaliga, ið hjálptu til við landsinnsavnanini, sum í ár var 11. mai, skrivar Blái Krossur á heimasíðuni.