Landshornorkestrin heldur filmskonsert

Tíðindaskriv

Føroya landshornorkestur hevur konsert í kringluni í norðurlandahúsinum, sunnudagin 24.mars kl.16.00. Á skránni verður ymiskur filmstónleikur.
Føroya Landshornorkestur (FLH) er eitt hornorkestur við leikarum úr øllum Føroyum. Endamálið hjá orkestrinum er at veita bestu møguleikar til allar hornorkesturtónleikarar og slagverkstónleikarar, og at menna og hevja fatanina av hornorkesturtónleiki í Føroyum.
Fyrstu ferð eitt FLH spældi saman, var á hornorkesturstevnuni í Sørvági í 1999. Á hesi stevnu var eitt orkestur savnað, og spældið til konsert undir leiðslu av navnframa Geoff Richards. Hetta væleydnaða tiltak bleiv endurtikið á eini konsert í Norðurlandahúsinum undir leiðslu av Peter Parks.
Tann størstan avbjóðingin hjá FLH var luttøkan í evropeisku kappingini fyri hornorkestur ár 2000. Kappingin hetta árið var í Birmingham í Englandi. Luttøkan í hesi kapping eydnaðist sera væl, og avgjørt varð, at hetta skuldi endurtakast.
Tað er síðani avgjørt at FLH skal luttaka aftur í EM-kappingini í 2003, ið verður hildin í Bergen. Í orkestrinum eru, 24 leikarar og leiðarin er bretin, Steve Foggin. Kostnaðurin fyri konsertina er 100 kr.