Á landsfundi Sambandsfloksins í dag vórðu politiskar niðurstøður í fimm punktum samtyktar. Vit fara á Portalinum í kvøld at vísa á hesar niðurstøður ella samtyktir Vanligt er, tá politiskir flokkar halda landsfund ella floksting, at samtyktir ella niðurstøður verða skrivaðar, sum síðan verða lisnar upp fyri fundarfólkinum, áðrenn farið verður heim. Soleiðis var eisini á landsfundi Sambandsfloksins í dag, sum var liðugur um 16-tíðina seinnapartin.
Landsfundurin samdist um niðurstøður í fimm høvuðspunktum, og í fyrsta punktið í samtyktini var, at bleytu virðini eiga at verða raðfest hægri enn asfalt og betong, sum tikið verður til í niðurstøðuni.
Hetta merkir, sigur landsfundurin, at -
- Vælferðin hjá øllum í Føroyum skal tryggjast millum annað við góðari røkt av ríkisfelagsskapinum.
- Bíðitíðin fyri at fáa viðgerð á sjúkrahúsi skal styttast niður í tveir mánaðir.
- Sálarliga sjúk og menningartarnað skulu hava ein gevandi og mennandi gerandisdag.
- Trivnaður, livikor, útbúgving og mentan skulu raðfestast høgt.
- Undirskotið uppá umleið 2.000 kvinnur í Føroyum skal minkast við at geva teimum somu tilboð, sum tær hava í hinum partinum av ríkisfelagsskapinum.
Í nøkrum stubbum á Portalinum í kvøld fara vit saman við myndum frá landsfundinum at vísa á hini málini, sum landsfundur Sambandsfloksins hevur við í síni niðurstøðu.