Landsfundir um vikuskiftið

Bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sín árliga landsfund um vikuskiftið. Gestarøðararnir hjá flokkunum verða Hanus Kamban og Jón Kristiansson, sum fara at siga nøkur á fundunum hjá ávikavist Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum

Tveir av polunum í føroyskum politikki seinastu mongu árini, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, hava sín árliga landsfund um vikuskiftið. Javnaðarflokkurin fer til Suðuroyar at halda landsfundin í ár, meðan Fólkaflokkurin leitar sær til Sandavágs.
Báðir flokkar høvdu upprunaliga lagt landsfundin seinasta vikuskiftið, men av ein ella aðrari orsøk vórðu fundirnir útsettir eina viku.

Fýra serevni
Javnaðarflokkurin hevur sett fýra serevni til umrøðu, sum skift verður orð um leygardagin. Javnaðarfólk fáa høvi til at siga sína hugsan um høgra snaringina, eldrapolitikkin og serforsorgin, reyð-grøn dagsskránna og privatiserringar /sølu av almennum ognum.
Úr Javnaðarflokkinum siga tey, at tað verður eitt upplegg um øll fýra evnini, har síðan fólk í salinum fáa møguleika at siga sína hugsan um evnið. Fólkaflokkurin hevur ikki valt at viðgera ávís evni á landsfundinum í ár, men talan verður heldur um eitt frítt orðaskiftið um samfelagið sum heild.

Gestarøðarar
Sum vanligt er á landsfundum, so hava bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin gestarøðarar á fundunum í ár. Fólkaflokkurin hevur bjóðað íslendinginum Jón Kristianssyni, sum millum annað hevur verið alment frammið um, at hann ikki tekur undir við tilmælunum hjá ICES. Hann hevur fyrr í ár verið rættiliga kritiskur um tilmælini hjá fiskifrøðingum, og um hvussu fiski tilfeingið skal troytast
Úr Fólkaflokkinum siga tey, at sum vinnuflokkur burturav er tað sera hóskandi at fáa Jón Kristiansson at siga nøkur orð, tí hann hevur øðrvísi sjónarmið á okkara tilfeingi enn føroyskir fiskifrøðingar.
Hanus Kamban verður gestarøðari hjá Javnaðarflokkinum í ár. Hann hevur fyrr í ár verið í blaðkjaki um sjálvsstýrismálið, og úr Javnaðarflokkinum vænta tey, at hansara upplegg fer júst atviðgera sjálvsstýrismálið. Hanus hevur sett nógvar spurningar um sjálvsstýristilgongdina hjá samgonguni

Bara leygardagin
Fólkaflokkurin hevur sett bert leygardagin av til landsfundin, sum byrjar klokkan 10 leygarmorgunin í SÍF-húsinum í Sandavági. Úr Fólkaflokkinum verður sagt, at øll fólkafloksáhugað skulu verða hjartaliga vælkomin.
Javnaðarflokkurin leggur eitt sindur meira fyri, og hevur sett bæði fríggjadagin og leygardagin av til landsfundin hjá flokkinum. Landsfundurin verður settur fríggjakvøldið klokkan 19.30 í Hvalbiar Skúla, og hildið verið fram til leygardagin. Veitslan verður klokkan 19.30 í Royn hølllin leygarkvøldið. Øll javnaðaráhugað eru hjartaliga vælkomin


.