Landsfundarsamtykt

gjørd á landsfundi Javnaðarfloksins í Vestmanna 14. og 15. september 2001

 

»Fólkið fyrst«

Landsfundur Javnaðarfloksins tekur av fullum huga undir við valskrá Javnaðarfloksins undir slagorðinum »Fólkið fyrst«.

Landsfundurin heldur, at tað er í tøkum tíma, at lívskorini hjá fólkinum - sum hetta seinasta valskeiðið í stóran mun eru skúgvað til viks - verða sett ovast á politisku dagsskránna.

Heilsuverkið skal endurreisast

Landsfundurin ásannar, at eitt væl virkandi heilsuverk er hornasteinurin í okkara vælferðarskipan. Tí skal heilsuverkið endurreisast.

160 røktarheimspláss

Minst 160 nýggj ellis- og røktarheimspláss gjøgnum fýra ár. Hesa stevnu hevur Javnaðarflokkurin raðfest ógvuliga høgt í nýggju valskránni. Tað fegnast landsfundurin um.

Minst 10 túsund í pensjón

Eisini fegnast landsfundurin um, at Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri, at pensjónistar skulu fáa eina samhaldsfasta pensjón à 10.000 krónur fyri stakar pensjónistar og 16.000 krónur fyri hjún um mánaðin

Skulu hava døgnrøkt

Somuleiðis fegnast landsfundurin um, at flokkurin ætlar sær at virka fyri, at heimarøktin verður útbygd við eini døgnrøktarskipan, og at skaptar verða virðiligar umstøður fyri fólk við skerdum førleika.

Børnini og tey ungu eru framtíðin

Landsfundurin ásannar, at børnini og tey ungu eru framtíðin - fram um oljuna. Tí fegnast landsfundurin um, at Javnaðarflokkurin vil tryggja fólkaskúlanum bestu umstøður at virka undir, soleiðis at hann ikki bert fær framt tað honum er álagt, men fær møguleikar støðugt at mennast.

Fundurin tekur undir við, at flokkurin vil arbeiða fyri at skapa næmingum við serligum tørvi eitt veruligt og dygdargott skúlatilboð.

Brúkarin skal verjast

Landsfundurin fegnast um, at Javnaðarflokkurin hevur tikið stig til eina brúkaralóggávu, sum skal verja áhugamálini hjá brúkarunum.

Fjølbroytt vinna

Landsfundurin tekur undir við vinnulívspolitikkinum, sum hevur til endamáls at skapa fleiri arbeiðspláss, ið kunnu geva búskapinum fleiri bein at standa á.

Týdningarmesta tilfeingið er vælútbúgvin arbeiðsmegi. Tí er neyðugt, at arbeiðs- útbúgvingar og lønarviðurskifti eru so, at arbeiðsmegin kann støðast.

Reinasta land

Tað ábyrgdarloysi og tann líkasæla, sum seinastu árini er víst á umhvørvisøkinum, má steðga beinanvegin.

Landsfundurin tekur undir við, at Javnaðarflokkurin vil taka ábyrgd og seta ferð á arbeiðið, sum skal hava til endamáls at gera Føroyar til heimsins fremsta land, tá um náttúru- og umhvørvisvernd ræður.

Samfelagslig tilbúgving at møta oljuvinnuni

Landsfundurin ásannar, at enn er alt ov lítið gjørt fyri at møta teimum mongu avbjóðingunum, sum oljuvinnan setur okkara samfelag.

Tí tekur fundurin undir við, at Javnaðarflokkurin vil taka stig til at fáa útgreinað tað árinið, sum ein oljuvinna vil fáa á okkara samfelag og gera tilráðing um, hvussu samfelagið frægast kann búgva seg til at møta hesum avbjóðingum.

Sjálvstýrislógin er loysnin

Landsfundurin tekur undir við, at Javnaðarflokkurin við Sjálvstýrislógini sum grundarlag vil greiða ríkisrættarligu fløkjuna, sum hetta landsstýrið hevur tveitt landið út í.

Landsfundurin ásannar, at Sjálvstýrislógin er einasta grundarlag undir einari breiðari politiskari semju um stjórnarstøðu Føroya.


Samtykt á landsfundi í Vestmanna 15. september 2001