Í lesarabrævi til miðlarnar í dag skrivar Landsfelag Pensjónista, at eldraøkið hevur stóran tørv á arbeiðsmegi, og at tað er trupult, at fáa kvinnur í pensjónsaldri á arbeiðsmarknaðin og taka størv sum avloysarar, vikarar ella taka leysar vaktir innan røktarøkið. Tað loysir seg snøgt sakt ikki, tí tær fáa ikki nokk burturúr peningaliga.
Les eisini: Pensjónistar fáa onki burturúr at arbeiða
Hagtøl vísa, at pensjónistar, ið eru í arbeiði, antin arbeiða nakrar heilt fáar tímar ella hava fulltíðarstarv, tí tað loysir seg ikki at hava hálvtíðarstarv orsaka av ógvusligu mótrokningini. Órímuliga høga mótrokningarprosentið uppá 60% í pensjónsviðbótini, ið gevur ein marginalskatt á umleið 75 prosent ger, at tað als ikki loysir seg hjá lágløntum at arbeiða, skrivar Landsfelag Pensjónista í lesarabrævi í dag.
— Landsfelag Pensjónista mælir tí til, at mótrokningarprosentið í pensjónsviðbótini verður lækkað úr 60 prosentum niður í 30 prosent, sum ivaleyst kemur at føra við sær, at mong láglønt koma at taka av arbeiðstilboðum m.a. innan røktarøkið, tí tað tá fer at loysa seg at arbeiða, skrivar Landsfelag Pensjónista.