Dysturin verður nevniliga vístur á SkySport, sum nógvir føroyingar ikki taka, men við tilboðnum frá Glitnir og Irish Pub hava føroyingar ? ella í øllum førum tey í og nær høvuðsstaðnum ? møguleikan at síggja okkara mans taka dystin upp við skotar.
Glitnir hevur áður skipað fyri at víst dystir á stórskýggja. Ofta hevur tað verið dystir úr Premier League, men nú verður tað altso landsdysti, tey borðreiða við.
Venjingardysturin millum Skotland og Føroyar byrjar klokkan 19.45.