Altjóða fótbóltur
Hóast tað bara er eitt stórt hálvt ár, inntil tað eftir ætlanini verður settur sjøtul á eina nýggja NM landskapping, so hongur ein av dystunum í kappingini, sum tað varð farið undir í januar í fjør, í leysum lofti.
Føroyar og Noreg skulu spæla í Noregi, men tað tykist vera trupult at finna ein dag, sum passar bæði føroyingum og norðmonnum.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur, at teir hava skotið fleiri dagar upp fyri norðmonnum, men at tað framvegis er ógreitt, nær dysturin verður spældur.
? Vit ætlaðu, at dysturin skuldi spælast um somu tíð, sum okkara lið í januar var í Svøríki, men tá søgdu norðmenn, at tað ikki lá fyri hjá teimum. Síðani hava vit strongt á at fáa dystin spældan í vár, men higartil hevur einki spurst burturúr, sigur Ísak Mikladal.
Svein Rusta er tann í norska fótbóltssambandinum, sum hevur ábyrgdina av fyrisitingini av øllum toppfótbóltinum. Hann váttar, at tað hevur verið torført at fáa dystin ímóti Føroyum spældan.
? Tá føroyingar í januar vóru í Svøríki, var okkara landslið í Hong Kong. Vit vóna, at tað fer at bera til at spæla landsdystin eftir at landskappingin hjá okkum er lilðug. Tað vil siga, at tað verður í oktober ella í november. 10. og 14. november eru dagar, sum eru settir av til landsdystir, so tað er ein møguleiki, sum vit fara at skjóta upp fyri føroyingum, sigur Svein Rusta.
? Vit hava ikki hoyrt tað fyrrenn nú, tit siga tað, at norðmenn ætla, at dysturin skal spælast seint í heyst. Hvussu tað fer at liggja fyri hjá okkara monnum, dugi eg ikki at svara fyri akkurát nú. Hetta er nakað, sum vit mugu tosa við m. a. spælararnar um. Men tað er einki at dylja yvir, at vit høvdu viljað havt dystin spældan fyrri enn so, staðfestir Ísak Mikladal.
Leisturin ikki tann rætti
Svein Rusta í norska fótbóltssambandinum sigur seg skilja, at tað í tosi ímillum formenn og aðalskrivarar í norðurlendsku fótbóltssambondunum hevur verið semja um, at tað skal haldast fram við NM kappingini. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað skal farast undir eina nýggja kapping eftir ársskiftið:
? Landsliðsvenjarin hjá okkum, Niels Johan Simb, hevur givið til kennar, at honum hevði dámt best, um tað hevði borið til at fingið alla NM kappingina frá hondini í La Manga. Hansara hugsan er, at um landsliðini vóru í La Manga í t. d. tíggju dagar, og um londini vórðu býtt sundur í tveir bólkar, so hevði tað borið til, at øll liðini spældu tveir dystir og síðani ein um endaligu plaseringarnar.
Ísak Mikladal sigur seg ikki hava hoyrt um hetta ynskið hjá norðmonnum, og hann sigur hetta ikki vera í samsvari við tað, sum føroyingar og íslendingar hava ynskst at fáa burturúr NM kappingini:
? Hjá okkum og serliga íslendingum vísir tað seg torført at fáa vinardystir ímóti londum, sum eru hóskandi. Tí hava vit sæð NM kappingina sum ein góðan møguleika fyri avbjóðingum í vinardystum. Vit høvdu fegnir vilja, at allir dystirnir vóru avgreiddir á sama hátt, sum tá ið danska landsliðið við Morten Olsen og Michael Laudrup á odda vitjaði okkum í august í fjør. Tað var ein stór ótróttarlig avbjóðing hjá okkum, og tað kom væl við fíggjarliga, at áhugin ímillum áskoðararnar var stórur, sigur Ísak Mikladal.
Aðalskrivarin í FSF vísir á, at virðið í NM kappingini í La Manga er treytað av, hvat fyri manning hini londini senda til Spania:
? Tað er í besta lagið eitt ligalandslið, men gongdin tykist vera, at støðið ikki er tað, sum kundi verið ynskt.
Valdu Bulgaria
Í síðstu viku vóru nógvir landsdystir spældir. Onkrir vóru í HM undankappingini, og onkrir vóru vinardystir. Norðmenn høvdu møguleikan at spæla vinardyst á heimavølli ímóti føroyinum, men teir valdu í staðin at spæla ímóti Bulgaria.
Tað hevur gingist illa hjá Noregi í HM undankappingini. Mikukvøldið vunnu teir 2?1 ímóti Bulgaria.
? Tað hevur gingið illa, men vit eru framvegis í góðum lagi. Avrikið ímóti Bulgaria var gott, tá sæð verðurburtur frá fyrstu løtuna, tá verjan var vánalig og Bulgaria skoraði til 1?0, sigur Svein Rusta. Á liðnum hjá Noregi vóru tríggir ella fýra spælarar úr norsku kappingini, meðan allir hinir norðmenninir spæla í útlandinum.
Hvussu rokna tit við, at landsliðið verður mannað, tá tit skulu spæla ímóti Føroyum í heyst?
? Eg gangi út frá, at talan verður um eitt ligalandslið, sigur Svein Rusta.