Flestu miðlarnir vóru á einum máli um, at Christian Lamhauge Holst var millum teir allar bestu á vøllinum, tá Føroyar spældu móti skotum herfyri.
Og tað eru ikki bara heimligu miðlarnir, sum hava lagt hetta til merkis. Danska heimasíðan, bold.dk, skrivar í dag, at feløg úr bæði Hollandi og Onglandi hava sýnt áhuga í spælarunum.
Enn hevur Holst tó sáttmála við Lyngby. Hartil lesur hann til lærara, so tað eru fleiri lutir at hugsa um, um eitt ítøkiligt tilboð skuldi komið úr útlandinum.