Landsdystur í Íslandi

Komandi vikuskiftið fer eitt føroyskt talvlið til Íslands at telva siðvanda landsdystin móti íslendingum úr norður og eysturlandinum

Hesir serligu landsdystir vórðu av fyrstan tíð, mitt í 70´unum, leiktir millum flestu fremstu føroysku telvararnar og mætastu íslendingarnar. Skjótt sást at munurin landanna millum var alt ov stórur. Íslendingar høvdu stórmeistarar millum telvararnar, og sjálvt teir, og liðið sjálvt, fingu als onga gleði av at hølva føroyingarnar av við stórum siffrum.
Avgjørt varð tí, at íslendingar framyvir ikki kundi manna liðið við umboðum úr Reykjavík, men ístaðin bert brúka telvarar úr norður og eysturlandinum. Broytingin hevur viðført javnar dystir seinastu tjúgu árini, og er tað til gagns og gleði fyri báðar partar.

Liðið kundi verið sterkari
Einir 10-12 føroyingar fara sum sagt í ein útnyrðing komandi vikuskiftið. Tíggju telvarar leika á hvørjum liði, og vanligt hevur verið at havt ein ella tveir eykamenn við um eitt nú sjúka uppstendur, ella kanska um onkur telvari ikki kennir seg í góðum formi. Telvað verður nevnliga tveir dystir og oftani verður seinni dysturin nýttur soleiðis, at eykamennirnir fáa høvið at royna seg.
Í ár verður føroyska liðið ikki eins sterkt sum framanundan vónað. Eitt nú er bert ein OL-telvari umboðandi í ferðalagnum, nevnliga IM John Rødgaard. Í skrivandi løtu eru næstu telvararnir eftir Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen og Martin Brekká
Endaliga liðið er tó ikki sett, eftirsum tað enn ber til hjá telvarum at tekna seg til tann altíð hugnaliga túrin til grannaland okkara. Setið tykkum í samband við Rana Nolsøe, forseta Talvsambandsins. 10-12 teir sterkastu, ið tekna seg, sleppa við á túrinum.
Aðrir sum hava víst áhuga fyri dystinum, og hava teknað seg, eru eitt nú Finnbjørn Vang, Arild Rimestad og Jón Mikkelsen.

Føroyingar vunnu seinast
Í roynd og veru hava føroyingar ikki tapt á íslendingum síðani 1997. Tað árið endaði dysturin 10-10, men tá fremstu borðini hjá íslendingunum vunnu fleiri stig enn tey føroysku, vunnu íslendingar dystin. Søgan endurtók seg í 1999, tá telvað varð í Íslandi. Dysturin endaði eisini 10-10, men føroyingar taptu vegna færri stig á ovaru borðunum.
Í 2001 bragdaði, tá munurin varð óvæntaður stórur. Føroyingar vunnu við einum vælmannaðum liði knasandi stórsigur. Til dømis kann nevnast, at Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen mannaðu aftastu borðini.

Vinnarar síðani 1991:
1991: Ísland (í Akureyri)
1993: Føroyar (Klaksvík)
1995: Ísland (Akureyri)
1997: Ísland (Tórshavn)
1999: Ísland (Akureyri)
2001: Føroyar (Tórshavn)

Kramnik og Anand fáa mótstøðu
Superstórmeistarakappingin í Dortmund er byrjað, og fremstur eftir fýra umfør er óvæntað Viktor Bologan (2650) úr Moldovia. Hann hevur heili 3,5 stig, og hevur vunnið bæði Viswanathan Anand (2774) og Peter Leko (2739). Tveir góðir skalpar, má sigast
Bologan, ið áður ikki hevur roynt seg í tílíkum sterkum kappingum, hevur sýnt telving í heimsklassa og er eitt stig framanfyri tann næsta, Vladimir Kramnik (2785). Eitt ungt týskt talent, Arkadij Naiditsch (2574), er tann triði í røðini við tveimum stigum, meðan Leko og 16 ára gamli Teimour Radjabov (2648) hava hálvtannað stig. Seinasti telvari í fylginum er Anand, sum als ikki hevur fingið spæl sítt á glið. Bert tveir javnleikir og tvey tap er úrtøka hansara higartil.
Fýra umfør eru leikt og seks resta í. Telvað verður nevnliga dupultumfar.