Landsdystur í Kollafirði

Tað er ikki á hvørjum degi, at kollfirðingar hýsa landsdysti, men tann fyrsti av slagnum verður í dag klokkan 16.00.

Føroyska kvinnulandsliðið skal tá spæla móti Íslendska U21-liðnum, og er talan um fyrra av tveimum dystum.

Tann seinni verður í nýggju Badminton-høllini í Klaksvík í morgin.