Í gjár fór manslandsliðið í flogbólti við Atlantic Airways til Keypmannahavn ávegis til Luxembourg. Í dag hevur liðið havt sína seinastu fyrireiking saman við venjaranum Bárður Bendix Mikkelsen, áðrenn fyrsta dystin í endaspælinum í EM-kappingini fyri smátjóðir, sum verður leikt hetta vikuskiftið.
Fyrsti dysturin skal nevniliga leikast í kvøld. Mótstøðuliðið er vertsliðið Luxembourg. Dysturin byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð. Dysturin verður stroymaður á netinum, og tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis her.
Føroyar kunnu vænta at fáa sterka mótstøðu í kvøld. Eisini eru tað sera stórir leikarar, sum koma at standa hinumegin netið. Á liðlistanum hjá Luxembourg eru tveir leikarar, sum eru 203 cm og tveir, ið eru ávikavist 201- og 200 cm.
Hini londini, sum hava leikt seg í endaspælið, eru Skotland og Kýpros. Hesi londini leika eisini dyst sínamillum í dag.