Krzysztof Popczynski var ógvuliga vónbrotin, tá HB enn eina ferð hevði tapt fyri B71.
- Leikliga var dysturin ógvuliga líkur dystinum, sum vit taptu í Havn. Vit hava bóltin nógv, men vit eru ikki nóg konsentreraðir, og tí verður tað fleiri ferðir vandamikið, tá vit missa bóltin í uppspælinum.
Avrikini hjá tykkum hava verið ógvuliga óstøðug. Hvussu ber hetta til?
- Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir. Men hesa ferð haldi eg, at landsdystirnir avgjørt høvdu sítt at siga. Spælararnir á A-landsliðnum vóru ikki tøkir fyrr enn hósdagin, men teir kundu ikki venja hendan dagin. Og teir á U21-landsliðnum komu ikki til landið fyrr enn fríggjadagin.
- Tað er sjálvandi gott, at vit hava so nógvar spælarar á landsliðnum. Men fyri ein venjara er tað ræðuligt. Vit høvdu at kalla onga fyrireikandi venjing til hesa uppgávuna, og møðin sat enn í spælarunum. Bæði kropsliga, men ikki minst sálarliga.
Soleiðis, sum úrslitini lagaðu seg í gjár, so mistu tit tó einki í oddinum?
- Nei, og tað er sum so tað einasta góða, sum hendi í gjár. Vit hava framveigs 15 dystir eftir at spæla, og sjálvur trúgvi eg uppá, at vit kunnu venda gongdini. Men komandi vikurnar verða ógvuliga harðar. Vit hava hálvfinalur í steypakappingini, og tí skulu vit spæla tveir dystir um vikuna, so næstu tvær vikurnar vera sera harðar fyri bæði liðið og meg, sigur Krzysztof.