Karl M. Simonsen, arkitektur, Århus
Grundarlagið fyri hesum er at stimbra umhvørvi í høvuðsstaðnum við at byggja nøkur háhús og í hesum sambandi gera ein miðdepil við alskyns handils- og aktivitetshølum, soleiðis at býareindin í sær sjálvum verður ein »bygd« í sjálvum býinum.
Eingin ivi kann vera um, at tað er neyðugt at nøkta tørvin á teimum støðum, har arbeiði er og fólk hava hug at búgva. Tó má ásannast, at tað er neyðugt at vera sera umhugsin og síggja tiltøkini í einum størri landsligum perspektivi. At høvuðsstaðurin er og verður staðið, har tey flestu ynskja at búgva, er eingin loyna. At hann hevur neyðugu orkuna, ein nøkulunda góðan infrastruktur og enntá upplendi til tiltøkini, er vælsignað í sær sjálvum. Við hesum spretta møguleikar fyri, at grøn økir inni í býnum fáa frið, sosum gamlar træðir, kirkjugarðar og viðarvøkstur. Møguliga vil ein stórur partur av óneyðugari ferðslu eisini minka og eitt lítið grundarlag verður fyri, at miðbýurin aftur kann blíva tann rætti miðdepilin fyri øllum.
Gleðin og nøgdin fyri hesum tiltøkum má hita eitthvørt hjarta og síggja góðar vónir fyri framman. At hugsa sær, at tað enn finnast dygdarfolk, ið hava visiónir og orku til at fáa síni sjónarmið framd? At tað enn finnast knotur, ið geva gætur og við hjálpsemi veita framtíðar ungdómi og enntá teimum gomlu húsarúmd ella tak yvir høvdið.
Tá hetta er sagt, vil onkur óivað halda, at hetta ikki riggar rætt og kann als ikki vera allur sannleikin aftanfyri tiltøkunum? Hví hugsa soleiðis, tá ið vit vita, at landið eigur nógv gott og kreativt fólk, eisini arkitektar? Men pappírið er nú einaferð takksamt, hugsjónir ymiskar og sløran kann mangan vera í valsinum. Sjálvt um tú teknar vakurt, litar við alskyns akvarellum og enntá nýtir telduanimatiónir, ið loyvir tær at spáka í nøkrum myndum, ið ikki er veruleiki og enn minni eftirfarandi, hava vit øll lyndi til at læta okkum manipulerað av hesum.
Tíverri kann eg ikki sjálvur síggja nøkur kvalitetsbrek ella banalitetir í sambandi við teimum ávísu ætlanum, tí listiligi framferðarhátturin er eins reikandi, ið hann altíð hevur verið& Tí er tað neyvan nakar, ið spyr seg sjálvan, um hetta er tað ynskiliga ein kann fáa av tí allarstørsta byggitiltakinum í hesi øld? Vága vit yvirhøvur nøkrum fáum yrkislærdum ta stóru ábyrgd, ið teldumús teirra vil finna av glas- og betongtilfari til eitt bastant discountbyggjarí í kaldari konceptmodernismu? Er tað yvirhøvur ynskjandi, at alt komandi ættarlið skal búgva og virka í Havnini???
Alla aðrastaðni er tíðin komin, har dentur verður lagdur á góðsku, ístaðin fyri mongd. Hetta er væl kent innanfyri ídnað, men tá talan er um bygging og serstakliga skipanin av henni, sær tað heldur dapurt út. Skommin sæst væl og tískil eru menn farnir at hugsa seg um og royna at bøta um misgerðirnar. Hava vit hug til at gera tað sama og stimbra okkara byggihátt; eins og at vit síggja og útinna bygging sum eina heildarskipan fyri alt landið.
Nú Klaksvíkin er holføst við Eysturoynna, ganga tíðindi um, at næsti teinur verður ímillum úr Eysturoynni til Suðurstreym. Verður vegakervið eisini útbygt omanfyri Runavík og til Gøtu, eins og ein nýggjur flogvøllur verður á Glyvursnesi, vil støðan verða ein heilt onnur.
Um so er, eru eisini slóðbrótandi alternativir til staðar og tískil mugu teir fólkavaldu og teirra hjálparfólk ikki frítakast fyri teirra ábyrgd í sambandi við byggiætlanirnar í Havnini og í landinum í síni heild& Lætt er bara at kritisera og tískil má eg tó siga, at eg síggi nógv áhugavert við ætlaðu tiltøkum, men sakni eina størri heild, har orkuveitingar, vegakerv og strukturur eru inni í myndini. Eingin loyna er tó, at filosofar hugsa djúpt og málvísandi, men eitt er at hava góðar gávur, eitt annað er at nýta ágóðan rætt ella hóskandi.









