Tað er stígur í búskapinum, men støðan er ikki ring.
Soleiðis tekur landsbankastjórin, Sigurð Poulsen, til, tá hann verður spurdur um støðuna hjá føroyska búskapinum beint nú.
- Við leypandi tølum er talan um ein vøkstur í búskapinum á um 2,5 prosent, men verður prísvøksturin tikin við, er ikki nógvur vøkstur í virkseminum, sigur Sigurð Poulsen.
Tað er ymiskt hvussu tað stendur til frá vinnu til vinnu.
- Í fiskivinnuni við Føroyar stendur illa til, men tað stendur betri til í øðrum pørtum av vinnuni. Í alingini stendur væl til, tó at tað ikki stendur so væl til sum í fjør, so talan er um eina samansetta mynd, sigu Sigurð Poulsen.
Eitt, sum hevur ógvuliga stóra ávirkan á búskapargongdina, er húsarhaldsnýtslan, og síðani kreppuna fyri nøkrum árum síðani hava føroysku húsarhaldini verið ógvuliga varlig.
- Tað eru tey framvegis. Vit brúka løn og MVG at meta eftir, um fólk brúka nógvan pening ella ikki, og eftir kreppuna hava fólk valt at minka um skuld ella at vaksa um uppsparingina, og brúka lutfalsliga lítlan part til nýtslu. So fólk eru varin, og tað hava tey veriði síðani 2008-09, sigur Sigurð Poulsen.
Men tað stendur ikki illa til hjðá føroysku húarhaldunum, og tí væntar landsbankin, at húsarhaldini fara at brúka meiri pengar.
Arbeiðsloyvi minkar
Vit liggja nøkurlunda mitt í, tá sammett verður við húsarhaldini í londunum uttan um okkum.
- Onkur lond eru betri fyri, men tað eru fleiri, sum eru verri fyri enn vit, og tá fólk spara nógv upp, so batnar støðan eisini hjá teimum. So vit vænta, at tey eisini fara at síggja ljósari upp á støðuna og at tey fara at brúka meira pening til nýtslu, sigur Sigurð Poulsen.
Eitt annað, sum eisini peikar rætta vegin er, at talið av arbeiðsleysum er farið úr 7,3 prosentum niður í 5,5 eftir lutfalsliga stuttari tíð.
- Tað eru serliga tvey viðurskifti, sum eru orsøkin til tað. Fyri fyrstu ferð síðani 2009 eru lønirnar vaksnar í framleiðsluvinnuni, serliga innan fiskiídnaðin, og tað er annar parturin. Hin parturin er, at vit uppliva eina netto fráflyting av fólki, og tað ávirkar eisini arbeiðsloysistølini, sigur Sigurð Poulsen.
Fiskivinnupolitikkurin er yndisevnið hjá búskaparfrøðingum, og eisini hesaferð nemur búskaparmetingin hjá landsbankanum hetta.
- Tað skal gerast við at taka sær betri av tilfeiginum, og tað gerst millum annað við at taka yvirkapasitetin úr vinnuni, og aåt vinnan verður skipað meira marknaðarligt. Og í staðin fyri at fáa tilfeingið fyri einki, so at gjalda fyri tað, og helst kappast um at fáa fatur á tí, sigur Sigurð Poulsen.
Bjartari útlit
Eitt annað, sum landsbankin mælir til er, at íløgurnar hjá tí almenna verða skipaðar soleiðis, at tað í størst mun møguligt verður skipað soleiðis fyri, at íløgurnar fremja framleiðsluførleikan.
- Tað er ein trupulleiki politiskt at finna fram til tær røttu íløgurnar, og vit mæla til, at í sambandi viði íløgur verður gjørd ein faklig meting um, hvørja ávirkan tær hava á framleiðsluførleikan, og so velja tær, sum geva bestu úrslitini, sigur Sigurð Poulsen.
Og fyri at økja sannlíkindini fyri, at røttu íløgurnar verða gjørdar verður mælt til, at myndugleikin leggur band á seg sjálvan.
- Tá fakliga ráðgevingin ikki verður nýtt, eigur ein grundgeving verða givin fyri, hví hon ikki verður fylgd, sigu Sigurð Poulsen.
Tað eigur at verða gjørt út frá tí, at tað politiskt skal verða lættari at fáa semjur, og fakliga fyri forða fyri skeivum íløgum.
- Hetta fyri at økja um sannlíkindini fyri, at røttu avgerðirnar verða tiknar, verða størri, sigur Sigurð Poulsen.
Men tað mest áhugaverda við einari búskaparmeting er sjálvandi, hvussu líkindini frameftir síggja út.
- Vit meta, at útlit eru fyri einum lítlum vøkstri í 2013. Og fremja vit tey røttu tiltøkini er stórur møguleiki fyri vøkstri, so tað liggja góðir møguleikar fyri framtíðar føroyska búskapinum, sigur landsbankastjórin, Sigurð Poulsen.