Føroya Banki hevði aðalfund í gjár har roknskapurin varð lagdur fram og góðkendur.
Úrslitið var enn einaferð eitt sera stórt avlop og saman við avlopunum undanfarnu árini hevur bankin vunnið sær eina sera stóra eginogn upp á knappliga 1,1 milliard krónur.
Men tað vóru ikki bara vøkur orð, sum vórðu at hoyra á aðalfundinum í gjár.
Nevndin hevur sítt at finnast at, og á fleiri økjum er hon beinleiðis ósamd við eigara sínum, Føroya Landsstýri.
Tann øvugta verð
Í sambandi við, at Landsbankin hevur arbeitt við eini ætlan um loysn av kommunuskuldini, sigur nevndin í Føroya Banka, at teir halda tað verða púra burturvið, at kommunuskuldin verður fíggjað við útlendskum kapitali.
Landsbankin hevur saman við Unibank Danmark gjørt eina ætlan um umfígging av skuldini hjá kommununum, og tað, sum eftir øllum at døma liggur í kortunum er, at tað skal stovnast eitt kommunalt kreditfelag. Hetta er ikki ókent aðrastaðni, men tað pilkar av álvara við virkisøki hjá føroysku peningastovnunum og tryggingarfeløgunum.
Tað, sum eftir øllum at døma gongur nevndini í Føroya Banka ov nær er, at tað politiskt er eitt ynski um, at kommunurnar skulu takast frá bankunum so at siga.
Føroysku lániveitararnir vórðu als ikki spurdir, tá uppskotið um nýggja kommunuavtalu vóru gjørd, og tað heldur nevndin vera løgið.
Bankin heldur, at teir framhaldandi eru best førir fyri at veita kommununum eina lagaliga fígging, og gongur tí beint móti metingunum hjá løgmanni og Landsbankanum.
Hesir partar meta, at ringast stæddu kommunurnar fara at hava ilt við at fáa eina líkinda fíggin, um ikki allar kommunurnar vera saman um tað.
Trupul tvístøða
Nevndin í Føroya Banka heldur tað eisini vera serstakliga óheppið, at landsbankin, sum hevur boðið sær til, at hava eftirlit við føroyska gjaldførinum, samstundis fer út um landoddarnar eftir peningi til kommunuskuldina.
? Føroyska gjaldføri stendur at bresta sum er og kortini ætlar landsbankin, um hann fær sín vilja, at oysa enn meiri pening inn í búskapin.
Tað, sum býr í uppskotinum er eftir øllum at døma eitt politiskt ynski at gera ein kommunalan lánistovn, soleiðis, at landsbankin kann hava eftirlit við kommunalu lánunum.
Kommunurnar hava í nógv harrans ár verið trúgvir kundar hjá føroysku peningastovnunum og hóast myndugleikarnir hava havt eftirlit við lánunum hjá kommununum, so hevur hetta eftirlit eftir øllum at døma ikki verið nóg gott.
Hjá føroysku peningastovnunum merkir broytingin, at teir skulu í beinleiðis kapping við landsbankan um almennu kundarnar og tað heldur nevndin ikki er rættvíst.
? Er politiskt ynski um, at vit skulu hava ein peningastovn afturat, so biðja vit um, at kappingin fer fram á jøvnum føti. Tað ber í sær, at landsbankin má gjalda sínar útreiðslur burtur av einum bruttovinningi, sum er vunnin í fríari kapping, at hann ikki kann mótrokna rentutap og útreiðslur í rentuni hjá innlánarum, at eingin við lóg verður forð-aður í frítt at velja peningastovn, og at landsbankin má rinda skatt eins og peningastovnarnir.
Upplýsingarskylda
Nevndin í Føroya Banka ger eisini vart við, at tað er sera óheppið, at samstundis, sum landsbankin fær møguleika at kappast við peningastovnarnar, so verður eisini álagt teimum óavmarkað upplýsingarskylda.
Hetta halda teir kann ikki vera rætti vegurin at fara, tí talan er um, at peningastovnarnir skulu lata einum kappingarneyta tilvildarligar viðvæmar upplýsingar.
Tí heldur nevndin í Føroya Banka, at landsstýrið eigur at staðfesta, hvat tað vil við landsbankanum.
Skal hann vera landsbanki, so er hansara uppgáva at vera peningastovnur hjá peningastovnunum. Og skal hann røkja henda leiklut í trúvirði, ber ikki til, at hann samstundis vil reka handilsligt bankavirksemi í beinleiðis kapping við privatu peningastovnarnar.