Landsbókasavnið ikki við

Tá uppboðssølan um handritið »Den yderste tid« endaði í gjárkvøldið, var tað uttan eitt alment føroyskt boð

Tá Sosialurin fekk orðið á Bjørn Kalsø seinnapartin í gjár gjørdi hann greitt, at tað neyvan fór at koma eitt boð frá almennari føroyskari síðu til handritið, »Den yderste tid«.
Skotbráið hevur verið ógvuliga stutt (Portalurin tosaði við Bjørn Kalsø mánakvøldið og greiddi honum frá um handritið), og eg havi verið í samband við Erhard Jacobsen, landsbókavørð, og vit samdust um, ikki at geva eitt boð upp á handritið, sigur Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin vísti til, at danska landsskjalasavnið eigur hópin av handritum hjá føroyskum rithøvundum.
Landsbókasavnið hevði gjørt av ikki at bjóða, og í samráð við teir rokni eg ikki við, at Mentamálaráðið bjóðar heldur, sigur Bjørn Kalsø.
Tað kom rættiliga knappliga undan kavi mánadagin seinnapart, at eitt fyri mong ókent handrit eftir William Heinesen skuldi seljast á uppboðssølu í gjárkvøldið.
»Den yderste tid« kallast hetta handritið, men søgan handan ritið er kanska ikki so spennandi, sum hon annars í fyrstu atløgu kundi ljóðað.

Ikki til Føroya
Verður hugt at handritinum sæst, at árið 1941 er skrivað á. Men við at hyggja gjøllari sæst, at 41 er skrivað yvir eitt annað tal. Fyrra talið er uttan nakran iva 3, og tað tykist næstan líka vist, at seinna talið er 7. Er seinna talið hinvegin eitt 2-tal, passar alt betur.
Tað skuldi við øðrum orðum merkt, at handritið upprunaliga er skrivað í 1937.
Sambært soni William, Zacharias Heinesen, er »Den yderste tid«, fyrsta útkast til seinni skaldsøguna, »Blæsende Gry: Nutidsroman fra Færøerne«. Trupulleikin við hesum er bert, at nevnda skaldsøga kom út longu í 1934, hóast hon varð reviderað í 1961.
Hinvegin má tað vælsaktans altíð verða at meta sum ein føroyskur dýrgripur við tað, at handritið er upprunaliga frá William Heinesens hond, hóast talan er um eitt afturvíst handrit, sum ongantíð bleiv útgivið.
Fyri granskarar er tað eisini áhugavert, ikki minst at síggja, hvussu fyrsta útkastið er ment til eina endaliga skaldsøgu. Tó at hetta sjálvandi kann gerast við einum avriti.
Tað stutta av tí langa er kortini, at »Den yderste tid« ikki í hesum umfari endar á føroyskum hondum – ikki alment í hvussu er.