Landleiðin opin aftur í dag

Partolararnir, sum fiska upsa, royna ymsastaðni, men fiskiskapurin er heldur smáligur.

Partolararnir, sum fiska upsa, royna ymsastaðni, men fiskiskapurin er heldur smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Trý partrolarapør fiska gulllaks. Tey eru Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Vestmenningur og Fram.

 

Fleiri djúpvatnstrolarar liggja. Av teimum, sum eru til fiskiskap, er ein frystitrolari í Grønlandi og fiskar svartkalva, og ein fiskar blálongu og landar í Danmark.

 

Av smærru trolbátunum var ein til fiskiskap fríggjadagin og kemur helst inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Landleiðin er opin aftur frá í dag at rokna - 24. mai - og her fara ivaleyst teir trolbátar, sum plaga at fáa loyvi at fiska á landleiðini.