Landingarstøðir lata aftur

Í Grønlandi hevur Royal Greenland-samtakið júst almannakunngjørt, at felagið hevur 78 milliónir krónur í halli í ár. Leiðslan sigur, at tað er neyðugt at retionalisera raksturin, og ein avleiðing er, at felagið fer at lata fleiri landingarstøðir á bygd aftur. Talan er um tíggju støðir, sum Royal Greenland yvirtók frá einum øðrum felagi. Nevndarformaðurin í Royal Greenland, Peter Grønvold Samuelsen, sigur við KNR, at landingarstøðirnar hava givið stórt hall, og at tær tí verða niðurlagdar.